Við H-Dygd sært tú væl út

LÝSINGARTILFAR


Virksemið hjá Vatnsoyrar Snikkaravirki byrjaði í 1968. Hans Elmar Poulsen gjørdi vindeygu, hurðar og aðrar snikkaravørur. Í dag eru nýggir eigarar, men dygdin er framvegis í hásæti


Í 1972 varð fyrsta »Husmorvinduet« keypt úr Noregi, og nógv var selt alt fyri eitt

Fyrstu árini royndu nógvir seg sum søluumboð, men í 1975 fekk Vatnsoyrar Snikkaravirki »licens« uppá framleiðsluna. Gongdin hevur síðani víst ein støðugan vøkstur.


Egin framleiðsla

Í 1990 byrjaðu teir sjálvir at gera termorútar, men tá teir í 2000 gjørdu av at nýta OrkuSpariGlas sum standard, valdu teir at keypa rútarnar aðrastaðni frá og løgdu egnu rútaframleiðsluna niður.

1990 var eitt produktivt ár, tí tá varð Føroya Gluggi í Miðvági keypt. Í Føroya Glugga vórðu tey kendu H-vindeyguni framleidd úr vinyli, umframt H-úthurðar og H-altanhurðar úr plasti.


Menning

Í 2000 varð sniðið á timburvindeygunum broytt, og víðkað var um tilfarsúrvalið, soleiðis at teir í dag eisini framleiða træ/alu vindeygu, t.e. vanliga H-vindeygað úr límtræi, sum er klætt við aluminium uttan. Hetta gevur framúr fyrimunir, hvat viðlíkahaldi viðvíkur.

Sum nakað nýtt, gera teir eisini H-vindeygu í síðusving, sum er ein nýggjur og spennandi máti at lata upp vindeyguni.

Í 2000 útvegaðu teir sær eisini útgerð at sproyta vindeyguni við, til tess at fáa eitt vakrari og haldbetri úrslit. Og í 2004 byrjaði nýtslan av OrkuSpariGlas, við U-virði á 1,1 sum standard, tað sum danir kalla »Super lavenergi glas«.


Ættarliðsskifti

Í 2005 er ættarliðsskiftið liðugt gjøgnumført, sum byrjaði afturi í 2001. Hans Elmar Poulsen byrjaði tá at býta út partabrøvini millum seks børn síni. Í 2005 var so virkið samlað aftur undir einum stjóra við Dánjal Paula Poulsen fyri Føroya Glugga og Heðini Poulsen fyri Vatnsoyra Snikkaravirki.

Í november 2005 fekk felagið sær felagsheitið H-Dygd, sum skal sameina undanfarin virkis- og vørunøvn; Vatnsoyra Snikkaravirki, Føroya Gluggi og H-vindeyga, og hetta árið vórðu yvir 6000 vindeygu og hurðar framleiddar.


Nýggir eigarar

20. september 2007 varð virkið so selt til eitt partafelag við Jónberg og Jóhan á Mýrini og Poul Poulsen, sum saman kalla seg H-Dygd.

Nýggju eigararnar eru ikki ókendir innan vinnuna. Jónberg á Mýrini var í tíðarskeiðinum frá 1975-1978 formaður í fyritøkuni og var í starvi har, tá ein stórur partur av útbyggingunum av Vatnsoyrar Snikkaravirki vórðu framdar. Tað verða feðgarnar Jónberg og Jóhan á Mýrini, ið fara at leiða fyritøkuna framyvir, og siga teir, at teirra mál er, at H-Dygd, framhaldandi skal vera fremsti vindeyga- og hurðaframleiðari í Føroyum.


Niels Petersen

[email protected]