Við sparikassanum til Beijing

Norðoya Sparikassi undirskrivaði í dag tvey ára sponsor-avtalu við Heidi Andreasen

Svimjing

Á tíðindafundi í morgun kundi ein fegin Heidi Andreasen skriva undir sponsorsáttmála við Norðoya Sparikassa. Fyrst og fremst, so inniber hesin, at peningastovnurin fíggjarliga stúðlar Heidi í støðugu leiting hennara eftir avbjóðingum.

Tann størsta av hesum verður komandi ár, tá OL er á skránni í kinverska høvuðsstaðnum, Beijing. Men eisini aðrar uppgávur standa fyri framman. Um tvær vikur fer hon til Berlin, har stór kapping er á skránni, og í juli skal hon til Vancouver at kappast.

Og tað verður altso við Norðoya Sparikassa sum stuðuli.