Við vindeygað

Á ársins fyrsta kvøldi kavaði. Kavin legðist so reinur oman yvir alt tað brostnað fýrverkið. Vildi líkasum fjala tað, sum farið var og byrja heilt av nýggjum

Tað er reint uttanfyri. Kavin fall so mjúkur og reinur í nátt og fjaldi alt tað gamla. Sera symbolskt, nú vit skiftu álmanakkan út. Alt er nýtt og reint. Nú er tað upp til okkum sjálv at fáa tað besta burturúr.
Siti við vindeygað á redaktiónini og eygleiði tað, sum hendir uttanfyri. Bilarnir koyra aftur og fram. Ein javnur streymur av fólki, sum skundar sær framvið. Skulu náa eitthvørt. Ivaleyst flogfarið ella til Havnar at keypa, nú latið er upp aftur eftir høgtíðina. Kanska býta onkra jólagávu um?
Eisini krákurnar hava ringa tíð. Tær hava ivaleyst fingið ferðilin av onkrum etandi einastaðni har uppi í bønum.
Telefonin ringir. Tað er onkur, sum ger vart við, at tey hava ikki fingið blaðið seinast, tað varð borið út. Nú er redaktión komin í oynna, og so er sjálvsagt at venda sær hendanveg at vita, hvussu vorðið varð við hasum blaðnum, og um møguleiki er fyri at fáa tað borið út nú eftir høgtíðina.
Jú, vit práta um leyst og fast, og haldarin fær at vita, at gjørt verður vart við mistakið á rætta staði beinanveg.
Og so sveima vit víða í samrøðuni, og hesin, sum ringt hevur, veit at siga frá tíðindum, sum ivaleyst eisini hava áhuga aðrastaðni í landinum, enn júst her, tey nú eru hend.
Samrøðan er liðug, og lagt verður á. Hyggi útaftur, og nú er alt broytt. Tað er grátt og myrkt uttanfyri. Eitt kavaæl kemur oman gjøgnum Sarparnar. Malinstindur er burtur, og um eina lítla løtu er ælið her við gluggan.
Tað melur í luftini. Flykrurnar tykjast í góðum lag. Dansa og eru kátar. Tær leggjast á rútin og vilja líkasum vísa mær, at her skulu tær ráða.
Men skjótt er um kortini, og lítla løtu seinni er ælið burtur, og sanniliga um ikki sólin sær á Malinstind. Luftin er klár. Ikki skýggj at hóma, og alt er aftur lætt og livandi.
Tað er lív norðanvert Fossá. Nakrir seyðir tuska aftur og fram í kavanum. Tað man ivaleyst vera einhvør Hálsabrundur, sum ikki er liðugur við verkið enn. Men ikki tykjast ærnar halda, at nakað er fáast við meira. Til tess tykist ov ófriðaligt.
Hesumegin ánna á heygnum niðan móti Fosshyli er eisini lív. Børnini hava framvegis jólafrí, og tá nú kavi kortini er, er tað besta, hon kann brúkast til, at fara ein túr við sleðuni.
Jona og Árni koma oman eftir vegnum við hundinum. Tey hava verið norður eftir Steigini og koma aftur eftir høvuðsvegnum.
Nú er ferðslan javnari á vegnum, enn fyrr hevur verið. Tað ber ikki til at leggja gongutúrin til rættis eftir ferðaætlanini hjá Ternuni meira. Nú koyra bilarnir alla tíðina.
Har kemur ein vøruvognur. Fremmandur. Eitt firmanavn úr Eysturoynni stendur á. Skal ivaleyst gera eitthvørt arbeiði í Vágum. Nú fær smiðjan helst kapping.
Ein mási hevur sett seg á lyktina á pelanum oman fyri vegin. Hann eygðeiðir Rógva, sum gongur fram við vegkantinum við einum stórum sekki. Hann savnar saman aftur blikkini, sum nýggjáraftan stóðu og brunnu so fagurliga.
Og sólin skínur so fagurliga á Malinstind. Hegnið sæst so sjónligt niðan gjøgnum kavan. Útvarpið spælir so ógvuliga passandi sangin hjá Grundtvig Roberti Joensen um teir hvítnandi tindarnar. Og hóast hann væntar sól og fjallroða á vári, ber væl til at ásanna, at eisini her á ársins myrkastu tíð, hava vit bæði tvey.
Seyðirnir norðan fyri Fossá eru spjaddir. Liggja friðaligari nú, so hann sjálvur man ikki hava fingið nakað burtur úr kortini, tó at hann royndi.
Ein maður fer togandi niðan brekkuna. Harutíðin er av, og hon royndist illa hesaferð. Einki bar til nakrastaðni. So eftir harum fer hann ikki. Kanska er tað ein Oknadalsmaður, sum fer yvir um at hyggja, hvussu út sær. Er kanska nakað seinur á degi kortini, tí ikki er so leingi, til tað fer at skýma.
Anna og Tórhild fóru framvið fyri løtu síðani. Tær høvdu eisini verið rundtúrin norður gjøgnum Sarparnar og komu aftur eftir høvuðsvegnum. Ikki so kvikliga, sum tær plaga. Heldur varisligari. Neyvan tí, at enn eitt ár var lagt aftur at talinum frammanundan, uttan heldur tí, at tað er í so hált úti í dag.
Krákurnar savnast í flokk her uttanfyri. Skuggin er komin nakað væl niðan um vegin hinumegin og ikki verður leingi, til tað skýmir.
Klæðini hanga á ymsum snórum. Lítil nytta í kortini, tí eingin ond rørist. Tað er stilt allastaðni. Bara stararnir tykjast ikki hava frið á sær. Teir flúgva aftur og fram í flokki, sum bara veksur. Vita slíkasum ikki, hvat teir skulu gera av sær. Leita eftir onkrum staði at seta seg fyri náttina.
Og so verður friður.