VIDEO: Góð hæddarpunkt frá dystinum við debutmálinum hjá Saru Benjaminsen

(Video) Her síggjast dygdargóðar upptøkur av málunum, ið vóru skotin í stórsigrinum hjá FC Nordssjælland

Løtan tá Sara Benjaminsen skoraði fyrsta málið í bestu donsku fótbóltsdeildini

U19-landsliðsleikarin, bert 17 ára gamla, Sara Benjaminsen hevur nú skotið fyrsta málið hjá sær í bestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tá Sara ígjár kom á vøllin aftaná steðgin var støðan 6-0 til heimaliðið FC Nordssjælland í dystinum móti FC Keypmannahavn.

 

Í 64. minutti økti Sara til 8-0, tá hon fekk eina góða sending inn í brotsteigin, og hon sendi bóltin hegnisliga í netið. Talan var um tað bretar nevna ein: "First timer". Sera væl avgreitt mál. 

 

HER ber til at síggja dygdargóðar upptøkur av øllum málunum frá 9-1 (6-0) stórsigrinum hjá FC Nordssjællandi. Debutmálið hjá Saru sæst við 3:31 minuttir:

 

##med2##

 

Løtan tá Sara Benjaminsen skoraði fyrsta málið í bestu donsku fótbóltsdeildini