VIDEO: Danmark legði frá landi við trivaligum sigri (samandráttur)

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum Danmark-Norðurmakedonia 36-24 (17-12)

Danmark legði frá landi í innleiðandi EM-bólki B við stórsigri 36-24 á Norðurmakedonia í Boxen í Herning. Í steðginum var Danmark á odda 17-12.

 

Simon Pytlick var toppskjútti við níggju málum, og Mathias Gidsel, ið fekk heldur harðliga viðferð av norðurmakedonsku verjuni skoraði átta mál. Jóhan á Plógv Hansen var noteraður fyri tvey mál. Martin Serafimov var við seks málum toppskjútti hjá Norðurmakedonia. 

 

Í sama bólki vann Portugal 40-34 á Rumenia. Portugisar løgdu góðan botn í fyrra hálvleiki, og vóru á odda 23-15 í steðginum. 

 

Francisco Costa skoraði níggju mál, og bróðirin Martim Costa skoraði sjey mál fyri Portugal. Toppskjútti hjá Rumenia við átta málum var Daniel Stanciuc.

 

Skráin fyri bólk B:

 

16. januar: Portugal – Rumenia 40-34

 

16. januar: Danmark – Norðurmakedonia 36-24

 

18. januar: Norðurmakedonia – Portugal, kl. 17.

 

18. januar: Rumenia – Danmark, kl. 19.30.

 

20. januar: Norðurmakedonia – Rumenia, kl. 17.

 

20. januar: Danmark – Portugal, kl. 19.30

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Danmark-Norðurmakedonia 36-24 (17-12). Við 2:12 minuttir sæst Jóhan á Plógv Hansen skjóta eitt flott mál:

 

##med2##