VIDEO: Ísland vann trettanmálssigur á Italia (samandráttur)

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Ísland-Italia 39-26 (21-12)

Mynd: Eurohandball

Italia, ið gav Føroyum ein skarpan gang í høllini við Tjarnir farna vikuskiftið formáddi sær ikki nógv móti Íslandi í fyrsta dystinum í innleiðandi bólki F, ið verður spældur í Kristianstad í Suðursvøríki.

 

Íslendingar vunnu 39-26 á italiumonnum. Í steðginum var Ísland á odda 21-12. 

 

Toppskjúttar hjá Íslandi vóru Janus Daði Smárason við átta málum, og Gísli Þorgeir Kristjánsson við sjey málum. Við sjey málum var Leo Prantner toppskjútti hjá Italia. 

 

3.200 áskoðarar vóru í høllini í Kristianstad, so Ísland fær ikki heilt sama stuðul sum Føroyar fáa í Oslo. 

 

Í sama bólki vann Ungarn greiðan 29-21 (14-10) sigur á Póllandi. 

 

Richárd Bodó skoraði fimm mál. Miklós Rosta, Gergő Fazekas og Bence Imre skoraðu fýra mál fyri Ungarn. Tomasz Gębala, Michał Olejniczak og Maciej Gębala vóru við trimum málum hvør toppskjúttar hjá Póllandi.

 

Skráin fyri bólk F:

 

16. januar: Ísland – Italia 39-26

 

16. januar: Ungarn – Pólland 29-21

 

18. januar: Pólland – Ísland, kl. 17.

 

18. januar: Italia – Ungarn, kl. 19.30.

 

20. januar: Pólland – Italia, kl. 17.

 

20. januar: Ungarn – Ísland, kl. 19.30.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Ísland-Italia 39-26 (21-12):

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Eurohandball