VIDEO: Füchse Berlin tapti við einum máli í Ungarn

(Video) Her er ein samandráttur frá Champions League fjórðingsfinaluni Veszprem-Füchse Berlin 35-34 (17-20)

Í fyrru fjórðingsfinaluni í Champions League móti Veszprem, ið var leikt á útivølli í Ungarn taptu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin bert við einum máli. Dysturin endaði við 35-34 sigri til Veszprem. Í steðginum var tað tó Füchse Berlin, ið var á odda 20-17. Berlinarnir vóru eisini á odda 24-20 í seinna hálvleiki, men seinastu løtuna var heimaliðið omaná, og knógvaði ein tepran sigur.

 

Hákun var effektivur. Hann fekk tríggjar málmøguleikar, og hann setti allar tríggjar í netið.

 

Komandi mikukvøld klokkan 17.45 spæla Füchse Berlin og Veszprem seinnu fjórðingsfinaluna í Berlin.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Veszprem-Füchse Berlin 35-34 (17-20):

 

##med2##