VIDEO: Føroyar U15-Racing Montevideo 0-2 (Hæddarpunkt)

(Video) Síggj hæddarpunktini Jóhan Thomsen tók upp seinnapartin á Tórsvølli

Fyrr í dag spældi U15-liðið hjá Racing Club de Montevideo móti føroyska U15-landsliðnum á Tórsvølli. Áðrenn dystin heilsaðu FSF-forsetin, Christian Andreasen og uruguayanski heiðurskonsulin í Føroyum, Ivan Eginsson Eysturland uppá spælararnar, og tjóðsangirnir hjá Uruguay og Føroyum vóru spældir.

Racing Montevideo vann dystin 2-0. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki. Fyrra málið kom longu aftaná níggju og eitt hálvt sekund, og seinna málið kom tá 25 minuttir vóru spældir. Spælt var 2 x 35 minuttir.

Føroysku venjararnir, Jan M. Laursen og Jens Erik Rasmussen fingu roynt fleiri spælarar, og fingu tí ein gagnligan venjingardyst. Hópurin hjá Uruguay fegnast í sínum lagi um, at teir megnaðu at vinna á Føroyum.

##med2##

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum sum Jóhan Thomsen tók upp og setti saman.

Í annaðkvøld klokkan 19 spælir Racing Club de Montevideo móti U15-liðnum hjá KÍ í Leirvík.