VIDEO: Hannover-Burgdorf leikti javnt móti Lemgo

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Hannover-Burgdorf - Lemgo 30-30 (14-15)

Landsliðsleikarin, Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf liggja í ongamannalandi í týsku bundesliguni. 

 

Við 25 stigum liggja teir á einum tíggjunda plássi. Teir hava 15 stig upp til fimta plássið, ið gevur rætt til evropeiskan hondbólt komandi kappingarár, og teir hava 13 stig niður til niðurflytingarstrikuna. Bert 10 stig eru eftir at spæla um hjá Hannover. 

 

Sunnudagin leikti Hannover á heimavølli í ZAG-Arena javnleik 30-30 móti Lemgo, ið var á odda 15-14 í steðginum. Vilhelm fekk ein málmøguleika, og hann setti hann í netið.

 

HER ber til frá DYN HANDBALL at síggja ein samandrátt frá dystinum Hannover-Burgdorf - Lemgo 30-30 (14-15):

 

##med2##