VIDEO: Liðfelagarnir hjá Gullbrandi tóku ikki av málmøguleikunum

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Sandnes ULF-Stabæk 0-1 (0-1)

Gullbrandur í Horni Øregaard var liðskipari, og Olaf Bárðarson fekk ikki spælitíð, tá lið teirra, Sandnes ULF í heimadysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini tapti 0-1 fyri Stabæk, ið skoraði sigursmálið longu í sætta minutti.

 

Sandnes ULF hevði nóg mikið av málmøguleikum til at tryggja sær stig, men liðfelagarnir hjá Gullbrandi tóku ikki av møguleikunum. 

 

Sandnes ULF er nummar 12 í deildini við fýra stigum. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Sandnes ULF-Stabæk 0-1 (0-1). Føroyski liðskiparin hjá Sandnes sæst í nøkrum framrættaðum støðum í samandráttinum:

 

##med2##