Tað gongur væl hjá landsliðsmálverjanum, Mattiasi H. Lamhauge og liðfeløgunum í Strømsgodset á heimavølli.
Í øðrum heimadystinum hetta kappingarárið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vann Strømsgodset 3-0 á Sogndal.
Herman Stengel legði heimaliðið á odda við einum brotssparki, tá ein tími var leiktur av dystinum. 15 minuttir seinni økti Marcus Mehnert við at seta bóltin hegnasliga upp í málhornið. Sebastian Pingel lukkaði ballið, tá hann aftaná eina góða fríspæling meddaði bóltin í netið.
Mattias hevði góðar bjargingar í dystinum, og hann kann fegnast um fyrsta kappingardystin, har hann heldur málið reint.
Strømsgodset hevur seks stig fyri tríggjar dystir.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Strømsgodset-Sogndal 3-0 (0-0):
##med2##











