VIDEO: Mattias legði upp til sigursmálið hjá Västerås

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Västerås-Djurgården 1-0 (1-0)

Mattias Hellisdal var við frá dystarbyrjan, og hann legði upp til sigursmálið, tá Västerås í heimadysti á Hitachi Energy Arena leikvøllinum vann 1-0 á Djurgården í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Tá 24 minuttir vóru leiktir legði Mattias eitt gott fríspark inn í brotsteigin hjá Djurgården, ið Bonaventure Lendambi hegnisliga stútaði í netið. 

 

Frá Sofascore fær Mattias karakterin: 7,2, og frá Soccerstand fær Mattias karakterin: 7,4 (av 10 møguligum). 

 

Tá 76 minuttir vóru leiktir bleiv Mattias til lógvabrestir hjá heimafjøldini skiftur út.

 

Västerås er nummar seks í deildini við 25 stigum fyri 16 dystir. Fyri viku síðani tapti teir 0-6 fyri Djurgården á útivølli. So hetta var sterkt komið aftur av Mattiasi og liðfeløgunum.

 

Fríggjakvøldið klokkan 18 spælir Västerås dyst á útivølli móti Elfsborg. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Västerås-Djurgården 1-0 (1-0):

 

##med2##