VIDEO: Mattias og liðfelagarnir leiktu javnt í Skien

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Odd-Strømsgodset 1-1 (0-1)

Ígjár leiktu landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset dyst á útivølli móti gamla liðnum hjá Gilla Rólantssyni, Odd í Skien.

 

Dysturin endaði við javnleiki 1-1.

 

12 minuttir undan steðginum legði Elias Hoff Melkersen Strømsgodset á odda aftaná gott upplegg frá Sebastian Pingel.

 

Tá 57 minuttir fekk Odd tillutað eitt brotsspark, har bólturin rakti hondina hjá Ole Enersen hjá Strømsgodset. Tað var um reppið, at Mattias bjargaði brotssparkinum, men skotið hjá Kasper Nygaard Andersen sníkti seg inn í málið.

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Hæddarpunktini síggjast niðast. 

 

Strømsgodset er fjórðfremst í deildini við 42 stigum. Kongsvinger og Haugesund eru fremst við 46 stigum hvør. 

 

Týskvøldið klokkan 18 spælir Strømsgodset dyst í norsku steypakappingini á útivølli móti Asker. Asker spælir í fjórðbestu deildini.