Ein dystur er leiktur í SMS-deildini tíðliga seinnapartin í dag.
Í høllini á Skála vann VÍF ein knúsandi 39-13 stórsigur á StÍF. Vestmannakvinnur vóru á odda 18-8 í steðginum.
Poula Dulavík Berg, Rebekka Zachariassen og Maria Mrdalo vóru við trimum málum hvør toppskjúttar hjá StíF. Rakul Borgarlíð Joensen var við 10 málum toppskjútti hjá VÍF.
Ígjár vann Stjørnan á útivølli 22-20 (10-11) á Kyndli. Fríggjakvøldið vann Neistin í høllini á Hálsi norður 30-20 (12-8) á EB.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum StÍF og VÍF:
##med2##












