Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset taptu á sunnudagin á Marienlyst leikvøllinum í Drammen 0-2 fyri Egersund í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Strømsgodset hevði bóltin væl meira, og teir høvdu væl fleiri málroyndir enn útiliðið. Men Egersund tók av báðum málroyndunum teir høvdu innanfyri málrammurnar. Egersund legði seg á odda í 18 minutti, og seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so hevði útiliðið økt til 2-0.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Strømgodset og Egersund:
##med2##










