Sambart Dailymail eru Real Madrid vísur í, at teir hava vunnið kappingina við millum annað Barcelona, Milan og Inter um at keypa sterka verjuleikararin. Tað hevur verið frammi fyrr, at Vidic og familjan ikki trívast í Manchester. Samanspælið millum Vidic og Sir Alex Ferguson sigst heldur ikki vera gott, og tí eru teir komnir ásamt um, at Vidic skal skifta felag. Manchester United keypti Vidic úr Spartak Moscow fyri £7 milliónir í januar 2006. Vidic er serbiskur landsliðsleikarari og tí er møguleiki fyri, at hann verður at síggja í Føroyum, tí Føroyar eru í bólki saman við Serbia í undankappingini til EM 2012.