Felagið fyri føroysk juralesandi hevur á aðalfundi samtykt uppskotið at endurnýggja samleika felagsins undir heitinum FÚL, sum er stytting fyri føroyskir útisetar á løgfrøði.
Formliga navnið ”Felag fyri føroysk juralesandi” verður varðveitt, eins og navnið er ásett í viðtøkunum. Somu viðtøkur leggja tó dent á, at felagið verður skipað óformelt, og tí er eisini rúm fyri óformella navninum FÚL.
Umframt at samtykkja uppskotið at víðka samleikan, varð nýggjur forseti og nýggj nevnd vald. Aðalfundurin valdi einmælt Rannvá Clementsen til nýggjan forseta.
- Á fundinum luttóku um 25 løgfrøðingar-in-spe, so einki er at ivast í, at FÚL livir í besta blóma. Sum fyrsta føroyska lestrarfelag nakrantíð er FÚL nú eisini alment viðurkent sum lestrarfelag á Københavns Universitet.
Lagt verður aftrat, at FÚL á henda hátt er tryggjað ein sess við borðið hjá leiðsluni á Juridiska Fakultetinum. FÚL hevur sostatt beinleiðis atgongd til umsitingina og kann skjótt og beinleiðis gera vart við átrokandi mál fyri føroysk løgfrøðilesandi.
- FÚL hevur meira enn einaferð verið viðvirkandi til, at løgfrøðilesandi føroyingar hava fingið góða starvið ella besta karakterin, men millum paragraffurnar og fótnoturnar eru bæði hugnakvøld og virkisvitjanir á skránni. Við tiltøkunum byggir felagið brýr millum løgfrøðilesandi tvørtur um árgangir og millum løgfrøðilesandi og arbeiðsmarknaðin, sigur felagið.
Hesi eru vald í nevndina fyri lestrarárið 13/14, Rannvá Clementsen, forseti, Andrass Thomsen, Bjørk Maria Krog Olsen, Eirikur í Jákupsstovu, Kristoffur Kristoffersen, Rani Debes Christiansen, Rannvá Næss og Rósing Rasmussen.