Fyrsta umfar í bólkaspælinum til steypakappingina hjá monnum hevur verið í kvøld og í gjár. VÍF vann 24-20 á Neistinum í dag, meðan KÍF vann 27-24 á næst besta liðnum hjá H71 í gjár.
VÍF og KÍF eru favorittar at koma víðari úr bólki 1 í steypakappingini. Bæði liðini hava eisini vunnið í fyrsta umfari í bólkaspælinum. VÍF hevði í kvøld vitjan av Neistainum. Í hálvleikinum var javnleikur 11-11. Í seinna hálvleiki fekk VÍF fatur á dystinum og vann við fýra málum.
Í gjár hevði KÍF stórar trupulleikar av næst besta liðnum hjá H71. Hóast stórfavorittar, so vunnu kollfirðingar bara við trimum málum, tá alt kom til alt.
Bólkur 1: VÍF, KÍF, Neistin og H71 2
1. umfar
13.01.2015 kl. 20.00 KÍF – H71 2 27-24
14.01.2015 kl. 20.00 VÍF – Neistin 24-20
2. umfar
18.01.2015 kl. 18.30 KÍF – Neistin
18.01.2015 kl. 17.30 H71 2 – VÍF
3. umfar
21.01.2015 kl. 20.00 VÍF – KÍF
22.01.2015 kl. 19.30 Neistin – H71 2
Støðan:
1. VÍF 2
2. KÍF 2
3. H71 II 0
4. Neistin 0