Víkingarnir mistu á stokkinum

Stutt undan leikloki javnaði ÍF til 2-2 ímóti Víkingi, sum í ein tíma var undirmannað

Tað endaði 2-2, tá ið ÍF og Víkingur í góðum fótbóltslíkindum í kvøld settu punktum fyri 17. umfar.

Víkingarnir vóru undirmannaðir í 70 minuttir, tí liðformaðurin og krumptappurin í miðverjuni, Atli Gregersen, varð rikin av vølli eftir nærdyst við Clayton Soares.

Kortini var Víkingur omaná mest sum allan 2. hálvleik, og inntil tað restaðu tríggir minuttir bendi alt á, at tað skuldi verða sigursmálið, tá ið Finnur Justinussen eftir fríspark úr vinstru frá Bárði Hansen skoraði til 2-1. Tá restaði ein hálvur tími, og víkingarnir høvdu gott tak á tí, og í onkrum førum var tætt við, at gestirnir øktu um leiðsluna.

 

Men so var tað, at ÍF miðvallarin Karl Løkin av brotsteigarmarkinum og eitt vet til høgru við fínum fløtum skoti smekkaði bóltin í handara síðunetið, eftir at bólturin varð spældur innfyri úr høgru.

Síðstu løtuna av fyrra hálvleiki skoraðu bæði liðini. Bárður Hansen legði Viking framum eftir innlegg úr vinstru frá Sølva Vatnhamar, og Clayton Soares javnaði til 1-1, tá ið hann eftir sending frá Ara Ó. Ellingsgaard lyfti bóltin upp um Geza Turi í Víkinga málinum.

 

ÍF-Víkingur 2-2 (1-1)

0-1: Bárður Hansen 40.

1-1: Clayton Soares 43.

1-2: Finnur Justinussen 58.

2-2: Karl Løkin 86.

Dómari: Dagfinn Forná

ÍF: Jákup Mikkelsen – Fritleif í Lambanum, Bartal Eliasen, Poul Nolsøe Mikkelsen (Kristoffur Jakobsen, 73.), Jan Ó. Ellingsgaard – Karl Løkin, Høgni Zachariassen – Dánjal á Lakjuni (Leivur Joensen, 77.), Bogi Reinert Petersen, Ari Ó. Ellingsgaard (Bogi Løkin, 86.)  – Clayton Soares

Gult kort: Høgni Zachariassen, Bogi Reinert Petersen, Bartal Eliasen

Víkingur: Geza Turi – Sámal Jákup Joensen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Bárður Hansen,  Sølvi Vatnhamar,  Ingi Sørensen (Súni Olsen, 73.), Heðin Hansen (Andreas Lava Olsen, 67.), Philip Djordjevic (Hallur Hansson, 63.) - Finnur Justinussen

Gult kort: Philip Djordjevic

Reytt kort: Atli Gregersen 22. (beinleiðis reytt)

 

Støðan

B36 40

HB 33

Víkingur 27

EB/Streymur 26

NSÍ 22

KÍ 21

ÍF 21

AB 17

Skála 12

B68 9

Víkingur og NSÍ hava spælt 16 dystir, og hini liðini hava spælt 17 dystir

 

18. umfar

Fríggjadagin 8. august

KÍ-B68

Sunnudagin 10. august

Skála-HB

B36-NSÍ

AB-ÍF

Mánadagin 11. august

Víkingur-EB/Streymur

 

----

LIÐUGT

2-2

90) 2-2

3 minuttir lagdir aftrat. 

88) 2-2: Karl Løkin

So hevur ÍF javnað. Fuglfirðingar hava ikki havt nógv í framrættaða spælinum, men miðvallarin Karl Løkin hevur javnað eftir skjótt mótálop. Eftir sending úr høgru, setti hann úr átjan metrum innaru síðuna á, og bólturin streyk inn í handara síðunetið!

 

85) 1-2

Tað er Jákup Mikkelsen og ikki Geza Turi, sum hevur nógv at gera. Nú hevur hann bjargað, eftir at Bárður Hansen royndi seg við skoti. Gott uppspæl!

 

80) 1-2

Í løtuni bendir einki á, at ÍF skal megna at svara aftur, hóast teir eru fleiri á vøllinum enn gestirnir. Súni Olsen og Hallur Hansson hava royndirnar og megna at seta dám á , nú teir eru komnir á vøllin, og bólturin er fyri tað mesta í og kring ÍF brotsteigin.

ÍF megnar ikki at spæla seg í vandamiklar støður.

ÍF skiftir út: Dánjal á Lakjuni fer at vøllinum, og í hansara stað kemur Leivur Joensen.

 

75) 1-2

Ingi Sørensen, sum ikki so ofta er millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi, var í kvøld við frá fyrsta bríksli. Nú er hann farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Súni Olsen.

Poul Nolsøe Mikkelsen er farin úr ÍF miðverjuni og av vøllinum. Tað tóktist sum, at hann var darvaður av vøddaskaða. Kristoffur Jakobsen er komin á vøllin í hansara stað.

 

70) 1-2

Tað er framvegis Víkingur, sum er tættst við at fáa mál. Beinanvegin, eftir at hann var komin á vøllin, var Andreas Lava Olsen tætt við, og Bartal Eliasen í ÍF miðverjuni var um reppið at gera sjálvmál.

 

65) 1-2

Andreas Lava Olsen avloysir Heðin Hansen, sum hevur verið sera stinnur á Víkinga miðvøllinum.

Hallur Hansson er komin á vøllin í staðin fyri Philip Djordjevic hjá Víkingi.

 

60) 1-2: Finnur Justinussen 58.

Finnur Justinussen, sum annars er í miðverjuni, stýrdi úr stuttari fjarstøðu bóltin í málið. Talan var um fríspark í vinstru, sum Bárður Hansen sendi flatt innfyri.

ÍF miðverjin Bartal Eliasen sá gult fyri frísparkið ímóti Philip Djordjevic.

 

55) 1-1

Fyrstu løtuna eftir steðgin hevur tað verið javnt. Tað vil siga, at tað sæst ikki nakað serligt til, at gestirnir nú eru undirmannaðir. Báðir partar hava hug at leypa á.

 

46) 1-1

Teir somu 21 eru komnir aftur á vøllin, sum fóru av vøllinum, tá ið dómarin bríkslaði fyri hálvleiki.

--

Teir eru farnir at hvíla seg og leggja ráð undan seinna hálvleiki í Fuglafirði, har støðan er 1-1 í grannauppgerðini millum ÍF og Víking. Bárður Hansen legði Víking framum, men bara lítla løtu seinni javnaði Clayton Soares.

Stóra hendingin higartil var, tá ið Dagfinn Forná vísti Víkinga liðformanninum Atla Gergersen reyða kortið. Dómarin metti, at víkingurin í nærdysti við Clayton Soares hevði hevnt seg. Sum tað sæst á myndini, so var ikki sørt av øði í grindini ta løtuna, tá ið reyða kortið hevði verið á lofti.

 

Spurningurin er nú, hvussu Sigfríður Clementsen og Víkingur fara at takla seinna hálvleik. Súni Olsen, Hallur Hansson og Andreas Lava Olsen eru allir á beinkinum.

 

HÁLVLEIKUR

1-1 

45) 1-1

Víkingur hevur tvær ferðir verið um reppið at skora, men Jákup Mikkelsen er stinnur í ÍF málinum.

 

42) 1-1: Clayton Soares

So er javnt í Fuglafirði. Ari Ó. Ellingsgaard lyfti bóltin inn um Víkinga verjuna, og eitt sindur úr høgru lyfti Clayton Soares bóltin upp um Geza Turi og í málið.

 

37) 0-1: Bárður Hansen

Yvirvágin hevur nú borið við sær, at Víkingur er á odda. Málið skoraði Bárður Hansen úr spískum úr høgru. Sølvi Vatnhamar legði innfyri úr vinstru, Heðin Hansen rakk ikki bóltin, og hann og Jákup Mikkelsen fóru um koll, áðrenn Bárður Hansen setti bóltin í tóma málið.

 

35) 0-0

Hóast teir eru undirmannaðir, so er tað Víkingur, sum er omaná. Í fleiri førum eru gestirnir komnir til hálvar møguleikar, sum eru endað við hornaspørkum og spentum støðum.

 

28) 0-0

Finnur Justinussen er fluttur úr fremsta plássi og aftur í Víkinga miðverjuna at tetta holið eftir Atla Gregersen.

 

26) 0-0

Hóast víkingarnir nú eru undirmannaðir, so vóru teir um reppið at leggja seg framum. Men Heðin Hansen rakti ikki bóltin, tá ið hann eftir flatt innlegg var í góðari støðu.

 

23) 0-0

Brekkan verður brøtt hjá víkingunum í Fuglafirði í kvøld. Eftir nærdyst við Clayton Soares er Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen vístur av vøllinum. Dómarin metti, at hann hevndi seg inn á mótsstøðumannin, eftir at dómarin hevði bríkslað!

 

17) 0-0

Víkingur hevur havt góðan møguleika. Eftir góða sending frá Sølva Vatnhamar, var Finnur Justinussen ein ímóti einum, tá ið hann royndi seg, men bólturin fór við síðuna av málinum hjá Jákupi Mikkelsen.

 

15) 0-0

Higartil hava tað ikki verið upplagdir málmøguleikar. Nú stendur á jøvnum í gulum kortum. Philip Djordjevic sá gult fyri at sparka bóltin burtur, eftir at dómarin hevði bríkslað.

 

10) 0-0

ÍF hevur verið oman fyrstu løtuna. Hemaliðið hevur verið tætt við at spæla seg í góðar støður.

Fyrsti maður at síggja gula kortið í kvøld var verjukendi miðvallarin hjá ÍF, Høgni Zachariassen, sum sá gult eftir takling ímóti Philip Djordjevic.

 

5) 0-0

 

Tað er grannauppgerð í Fuglafirði í kvøld. Víkingur er komin inn um Varmakeldueið. Hetta er fyrsti landskappingardysturin hjá Víkingi hesumegin summarsteðgin. ÍF vann næstsíðsta sunnudag 1-0 á heimavølli ímóti Skála.

Hjá Víkingi er Hans Jørgen Djurhuus leikbannaður, og fleiri aðrir av teimum, sum hava verið fastir menn, eru ikki við í kvøld – Súni Olsen, Hallur Hansson og Andreas Lava Olsen.

Hjá ÍF hevur Nenad Saric givið avboð í dag.

Líkindini at spæla fótbólt eru góð. Tað er yvirskýggjað og lítið og einki lot. Hitin liggur um 13 stig.

 

 

ÍF-Víkingur kl. 18.30

Dómari: Dagfinn Forná

ÍF: Jákup Mikkelsen – Fritleif í Lambanum, Bartal Eliasen, Poul Nolsøe Mikkelsen, Jan Ó. Ellingsgaard – Karl Løkin, Høgni Zachariassen – Dánjal á Lakjuni, Bogi Reinert Petersen, Ari Ó. Ellingsgaard – Clayton Soares

Víkingur: Geza Turi – Sámal Jákup Joensen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Bárður Hansen,  Sølvi Vatnhamar,  Ingi Sørensen, Heðin Hansen, Philip Djordjevic - Finnur Justinussen