Mánakvøldið spældu Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík fjórða og seinasta dystin í bólki A í Reykjavíkar-kappingini. Dysturin var móti Leiknir.
Víkingur vann dystin 2-1 við málum, ið Danijel Djujic og Helgi Guðjónsson skutu.
Víkingur vann bólkin við fullum stigatali, 12 stigum fyri fýra dystir. Málmunurin hjá Víkingi er 14-5.
KR liggur á odda í bólki B, og er góður møguleiki fyri, at Víkingur møtir KR í finaluni um Reykjavíkar-meistaraskapið.