Bill Justinussen heitir nú á dagstovnar kring landið um stillisliga at beina bókina, "Hin stóra bókin um familjur", sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út, burtur.
Hetta ger løgtingslimurin hjá Miðflokkinum greitt í lesarabrævið, sum er sent fjølmiðlunum í kvøld.
- Uppgávan hjá námsfrøðingunum snýr seg fyrst og fremst um við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling, skrivar Bill Justinussen millum annað.
- Í farnu viku kom hvøkkur á mong foreldur, sum hava børn á dagstovni. Í tíðindasendingini Degi og Viku greiddu limir í felagnum fyri samkynd og onnur kynd frá, at ein ávís bók er at finna í dagstovnum kring landið. Bókin er hvørki spennandi ella innihaldsrík. Hon kann á ongan hátt javnmetast við fittu smábarnabøkurnar um Flekk hjá Eric Hill ella Mumi-bøkurnar hjá Tove Jansson. Mest av øllum líkist bókin eini skipaðari roynd at greiða okkara minstu, sum enn ikki eru farin í skúla, frá, at tað m.a. er í lagi at vera samkyndur. At alt er normalt og at øll eru normal uttan mun til frávik.
- Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið eitt hav av góðum barnabókum út. Á allan hátt eiga vit at fegnast um tað megnararbeiðið, sum bókadeildin gjøgnum árini hevur staðið fyri. Tí giti eg, at ongin tilvitað her á landi hevur latið hesa bók framleiða til útbreiðslu á dagstovnunum. Talan er uttan iva um eitt mistak, sum lættliga kann rættast. Tí skal tað vera mín staðiliga áheitan á bæði bókadeildina og á dagstovnar kring landið um stillisliga at beina bókina burtur, áðrenn foreldur venda sær móti stovninum, skrivar altso løgtingslimurin