Vil hava greiðu á trygd í Suðuroyartunil

Vil hava at vita, um landsstýrismaðurin hevur givið Landsverk loyvi at bíleggja eina frágreiðing um trygd

Tað er Bjarni Hammer, løgtingsmaður, sum spyr Dennis Holm, landsstýrismann, í einum grein 52a fyrispurningi, sum hann orðar soleiðis:

 

1. Hevur landsstýrismaðurin givið Landsverki boð um ella loyvi til at bíleggja frágreiðingina frá SWECO?

 

2. Visti landsstýrismaðurin av, at Landsverk var farið aktivt inn á annað málsøki?

 

3. Nær bleiv frágreiðingin bíløgd?

 

4. Nær fingu løgmaður og P/F Suðuroyartunnilin avrit av frágreiðingini?

 

5. Hvat kostaði frágreiðingin frá SWECO, og hvør hevur góðkent rokningina?

 

Í viðmerking til spurningin vísir Bjarni Hammer á, at síðst í september kom fram, at ráðgevarafyritøkan SWECO hevur skrivað eina frágreiðing um trygdina í Suðuroyartunlinum.

 

– Løgmaður hevur frá byrjan havt ábyrgdina av Suðuroyartunlinum. Ikki Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og tískil ei heldur Landsverk. Tað bleiv sligið fast, tá hendan samgongan tók við, sigur hann.

 

– Allíkavæl hevur Landsverk blandað seg í viðgerðina av málinum við at sáa iva um tað arbeiðið, sum verður gjørt av øðrum myndugleika. Landsverk hevur hesa ferð sett seg í samband við ráðgevarafyritøku, sum ikki hevur royndir við tunlum í Føroyum, ella teimum størru tunlunum í Noregi, og sum er beinleiðis kappingarneyti hjá norsku ráðgevarafyritøkuni Norconsult, sum hevur gjørt arbeiði fyri P/F Suðuroyartunnilin.

 

– Frágreiðingin sigst vera bíløgd fyri góðum ári síðan, men fyrst nú sær hon dagsins ljós, sigur Bjarni Hammer, løgtingsmaður.

 

– Tað hevur almennan áhuga, hvat avvarðandi landsstýrismaður av Landsverki visti og heldur um, at Landsverk er farið inn á annað málsøki, og harvið brúkt almennan pening til eina frágreiðing, sum tað er ivasamt, um stovnurin hevur heimild til, sigur løgtingsmaðurin.