Eg havi ongar ætlanir um at gera tað lættari at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða. Tað ger Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, greitt fyri Løgtinginum.
Annars hevur Arbeiðsgevarafelagið áhaldandi koyrt á landsstýrið fyri at gera tað lættari at fáa útlendingar úr allari verðini, higar at arbeiða.
Men Helgi Abrahamsen sigur, at hann fer ikki at ganga ynski teirra á møti. Hann heldur, at mark eigur at vera fyri, hvussu nógv vit lata dyrnar upp fyri útlendingum.
Hann sigur, at treytirnar eru rættiliga lagaligar sum er, og tað eru fá lond um okkara leiðir, sum hava ein so opnan arbeiðsmarknað, sum Føroyar hava.
Arbeiðsgevarar í Føroyum hava longu sum er, fáa arbeiðsfólk úr øllum ES til Føroyar at arbeiða. Tað er ein arbeiðsmarknaður upp á eina hálva milliard, og er tað ikki nóg mikið, veit eg ikki, sigur Helgi Abrahamsen.
Hann sigur, at vit eiga at vera varin við, hvussu víða vit lata hurðarnar upp fyri útlendingum, tí tað kann geva okkum trupulleikar av heilt øðrum slagi enn teir, vit hava nú.
Eitt hann vísir á, er, at londini í ES hava eina mentan, sum líkist okkara, men skulu vit hava fólk við heilt fremmandari mentan, og sum eisini ofta hava eitt nógv lægri livistøði enn okkara, kann tað elva okkum til trupulleikar, sigur hann.
Hann heldur, at ein vandi er, at koma fólk higar úr heilt fremmandum londum, kann tað vera ringt at fáa tey av landinum aftur – kanska tí at tey finna sær maka í Føroyum.
Bill Justinussen, løgmaður fyri Miðflokkin, sum eisini er í samgongu, er ikki samdur við landsstýrismannin.
Hann heldur, at vit eiga ikki at gera mun á útlendingum. Tað einasta, tað snýr seg um, er at hava greiðar reglur fyri hesar útlendingar, heldur Bill Justinussen.