Tjóðveldi hevur latið løgtinginum uppskot, ið skal loyva Bústøðum at byggja 400 bústaðir kring landið aftrat, og sum umframt loyvir Bústøðum at veita lán til bygging uttan fyri býirnar.
Í uppskotinum verður lagt upp til, at bústaðirnir skulu vera av ymsum slag. Møguleiki skal vera hjá Bústøðum at byggja lestrar- eldra- vardar og leigubústaðir, og við uppskotinum skal tað eisini vera møguligt hjá Bústøðum at byggja lutaíbúðir.
Lutaíbúðir - tað, sum á donskum kallast andelsboliger - eru ikki til í Føroyum, men eru sera vanligar í okkara grannalondum.
– Hetta skapar ein fjølbroyttan bústaðarmarknað. Hetta gevur eisini inntøkur, ið Bústaðir aftur kunnu nýta at byggja enn fleiri heim fyri, sigur Tjóðveldi um møguleikan hjá Bústøðum at byggja lutaíbúðir.
– Okkara bústaður er okkara heim. Tað er ómetaliga týdningarmikið, at hava eitt gott heim. Tíverri eru tað fleiri í dag, ið ikki liva í nøktandi bústøðum. Bústaðartrotið er ein av størstu avbjóðingum okkara – og hetta mugu vit loysa sum skjótast. Prísirnir eru hækkandi og ov lítil hjálp er at fáa, um tú brádliga stendur uttan heim. Hetta uppskotið kann vera partur av loysnini,” sigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri tjóðveldi.
Til at fíggja bústaðirnar vil tjóðveldi heimila Bústøðum at útskriva lánsbrøv á 500 milliónir krónur.
Umframt hetta skjýtur tjóðveldi eisini upp at Bústaðir skal kunna veita lán til bústaðarbygging uttan fyri størru býirnar.
Tjóðveldi vísir á, at í nógvum førum er torført at fáa lán til bústaðarbygging uttan fyri stóru økini, tí bankarnir eru ikki sinnaðir at veita lánini.
– Hetta snýr seg um vit vilja eitt samfelag, har øll búgva í miðstaðnum, ella um vit vilja einar fjølbroyttar Føroyar, har fólk búgva kring alt landið. Fyri okkum er tað greitt; tað skal vera hugurin hjá fólki, ið avger hvar tey vilja búgva – bankarnir skulu ikki taka hesa avgerð fyri okkum,” sigur Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi