Vil sleppa at koyra ókeypis í Vágatunlinum í morgin

Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, vil hava, at tað verðu ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin í morgin, tá tunnilin fyllir 14 ár.

 

Hann hevur í hesum sambandi sett løgmanni ein grein 52 spurning um málið, har hann spyr soleiðis:

 

– Verður ársaðalfundarsamtyktin hjá p/f Vágatunnlinum frá í fjørð, førd út í lívið í morgin, 10. desember 2016.

 

– Nær kunnu kommunurnar í Vágum og lokalu valfeløgini vanta at hoyra frá Løgmanni?

 

– Verður frá sunnudegnum 11. desember ókeypis at koyra í Vágtunnlinum, eins og tað er ókeypis í øllum 18 tunnlunum, sum Landsverk umsitur?

 

– Hvussu nógv hava brúkarnir av Vágatunnlinum goldið tilsamans øll árini, síðan tunnilin lat upp?

 

Jørgen Niclasen vísir á, at í morgin, 10. desember 2016, er Vágatunnilin útgoldin og eisini er peningur tikin inn til at uppdatera tunnilin við. Á ársaðalfundi í fjørð var samtykt, at tunnilin skuldi latast landinum í ár á 14 ára føðingardegnum hjá tunnilinum. Nevndarformaðurin fyri tunnilin segði á tí aðalfundinum, at tað alla tíðina hevði verið teirra greiða mál og fatan og tí vóru bummgjøld eisini løgd eftir tí.

 

– Tá skuldi verða ókeypis at koyra, júst sum politiska avtalan alla tíðina hevur verið. Sum skilst, hevur núverandi landsstýrimaður hjá Javnaðarflokkinum havt ætlanir um at broyta hesa avgerð. Vónandi ætlar landsstýri ikki at gera Vágatunnilin til eina avgjalds mjólkimaskinu hjá landsstýrinum. Í dag er alt goldið og um landsstýrið sunnudagin 11. desember 2016 krevur gjald fyri at koyra í Vágatunnlinum, er talan um nýtt avgjald til ovurnýtslu hjá hesi skatta- og avgjaldssamgonguni. Um so er, er meira enn ivasamt, við hvørji heimild landsstýrið kann áleggja einum vegastrekki í landininum at verða almenn mjólkimaskina, sigur Jørgen Niclasen.

 

Hann vísir eisini á, at í vár vóru kommurnar í Vágum og politisku valfeløgini á fundi við Løgmann um Vágatunnilin.

 

– Løgmaður lovaði tá at venda aftur við eini loysn áðrenn 1. oktober. Nú jólahalgan stundar til, er enn einki komið frá løgmanni, sigur Jørgen Niclasen.