Vildi hava hann at harmast um springaradrápið

Í orðaskifti á Fólkatingi, var ein fólkatingslimur eftir føroyska fólkatingsmanninum, Edmundi Joensen, fyri springaradrápið. Føroyski fólkatingsmaðurin gjørdi greitt, at hetta var óvanligt - og má ikki endurtaka seg

Sunnudagurin 12. september var ein av avgerandi døgunum í Føroya søgu. Tað staðfesti Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, á fólkatingsins røðarapalli. Hann sigur, at hetta var nevniliga dagurin, tá ið yvir 1.400 springarar vórðu hildnir til á Skálafjørðinum.

 

Nú hevur Fólkatingið í Danmark sett sjøtul á eitt nýtt fólkatingsár. Í hesum sambandi hevur Fólkatingið altíð orðaskifti um støðuna í ríkinum og um politikki hjá stjórnini. Hetta er eitt av teimum heilt drúgvu orðaskiftunum í Fólkatinginum, og hesa ferð vardi orðaskiftið yvir 15 tímar.

 

Og í orðaskiftinum varð eisini umstrídda springaradrápi á Skálafjørðinum tikið fram. Tað hevur vakt miklan ans um stóran part av verðini, og fólk runt umkring hava eisini vent sær til danskar fólkatingslimir um tað, sum fer fram í Føroyum.

 

Og tá ið Edmund Joensen, fekk orðið á Fólkatingi , tók hann sjálvur málið upp og hann kallaði hendan dagin, springaradrápið var, fyri ein avgerandi dag í Føroya søgu.

 

Hann gjørdi fólkatingslimum greitt, at hjá okkum er einki ónatúrligt í at drepa djór fyri at fáa mat á borðið, tí tað hava vit altíð gjørt fyri at yvirliva. Vit hava altíð heystað av okkara nátúrutilfeingi – og havið er okkara ríkasta náttúrutilfeingi.

 

– Men vit mugu ásanna, at tað eru ikki øll, sum hava somu áskoðan á náttúruna sum, vit hava – og slett ikki tá ið tað snýr um springarar, tí nógv halda, at teir eru so fittir, segði hann á fólkatingsins røðarapalli.

 

Hann heldur, at tað mugu tit taka i álvara - og hann legði dent á, at tað ger landstyrið eisini. Hann staðfesti, at tað er gamalt at drepa grind í Føroyum, men tað er øðrvísi við springara tí tað er ikki vanligt.

 

Springaradrápið á Skálafjørðinum var óvanligt upp á nógvar mátar, tí tað kemur ikki fyri, at springarar eru í so stórum flokkum, sum hesa ferð, og yvirhøvur er tað ógvuliga sjáldsamt, at vit drepa springara, uttan sum hjáveiði í einum grindadrápi.

 

Edmund Joensen staðfestir, at hetta hevur skelkað heimin so illa, at okkara útflutningur er í vanda. Tí greiddi hann fólkatingslimum frá, at løgmaður hevur boðað frá, at hetta verður tikið upp í landsstýrinum.

 

– Slíkt skal ikki fáa avleiðingar fyri okkara útflutning okkara - og avleiðingarnar av at halda fram, sum higartil, eru rætt og slætt ov stórar, sigur Edmund Joensen.

 

Hann leggur dent á, at vit mugu ikki enda aftur í somu støðu sum í 2013, tá ið vit vórðu boykottað úti í heimi, tí vit høvdu ásett okkum eina makrelkvotu, sum onnur ikki vildu góðtaka. Tá varð alt okkara lívsgrundarlag  boykottað, og ta støðu mugu vit ikki enda í aftur, segði føroyski fólkatingsmaðurin.

 

Karsten Hønge úr Sosialistiska Fólkaflokkinum helt, at hetta var eitt brutalt og óneyðugt slakt, har springararnir vórðu avlívaðir upp á »værste vis«, sum hann tók til. Hann skilir væl, at føroyingar stúra fyri útflutninginum, men hann spurdi Edmund Joensen, um hetta er einasta orsøk til, at føroyingar vilja gera broytingar.

 

Hann spurdi Edmund Joensen, um hetta ikki stakk djúpari enn so. Hann sipaði til, um føroyingar ongar tankar hava gjørt sær um tann etiska partin av hesum og um føroyingar ikki rætt og slætt hildu, at hetta var skeivt at gera.

 

Tí spurdi hann Edmund Joensen um hann ikki kundi siga fyri Fólkatinginum, at hann harmaðist um tað, sum var hent og um hann ikki kundi viðurkenna av fólkatingsins røðarapalli, at tað er skeivt.

 

Tað vildi føroyski fólkatingsmaðurin ikki. Men hann sigur, at vit kunnu ikki halda fram at taka springara upp á hendan mátan, tí tað fer at fáa avleiðingar fyri okkara útflutning. Tí hevur landsstýrið tikið málið upp, soleiðis at hetta ikki endurtekur seg, staðfesti hann eina ferð afturat.

 

Sjálvur við Edmund Joensen ikki siga um hann heldur, at vit skulu banna springaradrápið, ella um tað er nokk at kyrra okkara keyparar, at broyta reglurnar um springaradráp.

 

Hann sigur, at málið liggur í hondunum á landsstýrinum og tí vil hann geva landsstýrinum arbeiðsfrið. Men hann fylgir væl við gongdini á okkara marknaði og hann staðfestir stutt og greitt, at hetta er spreingistoff og kann føra til, at marknaðurin vendir okkum bakið. Tí heldur hann, at vit kanska kundu umhugsað at latið springaran fingið frið onkusvegna, í hvussu so er fyribils, til sjógvurin kanska er slætnaður aftur.