Á okkara leiðum hendir tað sjáldan, at skotið verður við byrsu millum hús.
Men tíðliga sunnumorgunin hendi tað á Argjum.
Ein maður fór at skjóta móti úthurðini á eini íbúð, har fyrrverandi kona hansara búði. Onkur skot fóru inn ígjøgnum.
Kvinnan var inni. Hon sá mannin gjøgnum hurðina, rann inn á baðirúmið, ringdi til 112, og so smeyg hon sær út gjøgnum vindeygað og leitaði sær skjól inni hjá einum granna.
Tá ið politiið kom, stóð maðurin framvegis við byrsuni, sum hann ikki vildi leggja frá sær, fyrr enn politiið hevði skotið eitt ávaringarskot.
Illa fyri
Út á seinnapartin sunnupartin var maðurin avhoyrdur í grundlógarhoyri, og hóast hann lítið og einki mintist frá tilburðinum, segði hann beinleiðis og óbeinleiðis sína syrgiligu søgu.
Hann hevði kent konuna í 41 ár og fekk fleiri børn við henni.
Fyri nøkrum árum síðan búðu tey eitt skifti í Danmark, men so flutti hann fyrst heim aftur, og á jólum flutti hon eisini heim. Tey royndu at vera saman, men tað riggaði ikki, og 1. apríl vórðu tey separerað.
Maðurin var sera illa fyri í rættinum sunnudagin, og verji hansara bað um, at maðurin ikki varð spurdur um hendingina, tí so var hann noyddur at gita.
Drukk
Ákærin góðtók hetta og spurdi tí um lívið hjá manninum annars.
Tann skuldsetti segði, at hann hevði drukkið illa. Í seinastu viku var hann byrjaður at drekka longu hóskvøld, drakk fríggjakvøld og byrjaði so aftur leygardagin seinnapartin. Hann sat einsamallur og drakk.
So í býin um kvøldið, og á tveimum vertshúsum hevði hann drukkið nógv brennivín.
Hvussu hann var komin úr býnum út á Argir, visti hann ikki, men hann gitti, at hann hevði tikið ein hýruvogn.
Hann hómaði okkurt um, at hann hevði sent fyrrverandi konu síni eitt sms.
- Eg bað um hjálp fyri at fáa skil á tilveruna aftur, segði tann skuldsetti.
Hon svaraði ikki.
Slapp til rýmingar
Hon hevur greitt politinum frá, at løtu eftir at hon hevði fingið sms-ið, bankaði á dyrnar, hon fór upp og sá mannin gjøgnum glashurðina.
Hon hoyrdi, at hann skeyt, og hon vildi ikki lata upp, men fór inn á baðirúmið, ringdi teskandi 112 og segði, hvussu vorðið var. So smeyg hon sær út gjøgnum vindeygað og leitaði sær skjól hjá einum granna. Tá ið so politiið kom, fór hon til politistarnar.
Har vóru sjey politistar. Teir bóðu mannin sleppa byrsuni, men tað gjørdi hann ikki, fyrr enn politiið hevði skotið eitt ávaringarskot. Sjey politistar vóru á staðnum.
Einki agg
Í rættinum kom fram, at maðurin hevði patrónbelti uppi á sær, tá ið hann varð handtikin. Byrsan var hansara, váttaði hann, tá ið hann fekk at síggja myndir av byrsuni.
Sjálvur mintist hann einki uttan blá blunk, og at hann varð lagdur í handjørn.
- Eg hevði onga orsøk til at vera illur inn á hana. Tað var heldur hon, sum skuldi verið ill inn á meg, segði maðurin.
Hann hevði ætlað, at hon skuldi fáa húsini og alt, sum í teimum var.
Maðurin viðgekk, at hann hevði verið ójavnt sintur, og tað kom av drekkaríi.
- Tá man byrjar longu hósdag, er man komin langt út, segði maðurin, sum vísti aftur, at hann eisini hevði tikið tablettir.
Hóast hann hevði drukkið illa, hevði hann alla tíðina røkt sítt fasta arbeiði.
Sunnumorgunin var hann rættiliga fullur. Promillan varð máld til 2,21.
Sjálvmorðstankar
Hann segði, at hann fleiri ferðir hevði umhugsað um at tikið lívið av sær, men bara av sær sjálvum fyri at sleppa burtur.
Hvussu tað skuldi gerast, svaraði hann ikki beinleiðis uppá, men av tí at hann var vanur við at skjóta, kundi tað verið ein møguleiki.
Fyrrverandi konan hevur greitt politinum frá, at hann ofta hevur tosað um at taka lívið av sær, men hann hevði ongantíð hótt hana, og hon hevði tí ongantíð verið bangin fyri honum.
Dómarin gav ákæranum viðhald í, at grundaður illgruni var um, at maðurin var sekur í skuldsetingini.
Skal mentalkannast
Hann varð tí varðhaldsfongslaður fram til 6. mai.
Ákærin kravdi, at mentalkanning verður gjørd av manninum. Verjin mótmælti, at henda kanning verður gjørd í Føroyum.
- Í Føroyum tekur ein slík kanning at kalla ólógliga langa tíð at gera, og so skal hann sita í arrestini og gána í eitt ár.
Akærin, verjin og dómarin komu ásamt um at royna at fáa kanningina gjørda í Danmark. Henda kanning skal gerast eisini fyri at fáa staðfest, hvussu maðurin var fyri, tá ið tilburðurin fór fram. Kanningin verður tí eisini gjørd fyri hansara skyld.