Vildu hava Smyril at sigla meiri – men tað ávarar samgongan ímóti

Vandi er fyri at hann verður sigldur í senk, sigur landsstýrismaður og løgtingsmaður

Strandferðslan fær ikki hægri játtan til at lata Smyril sigla fleiri túrar ímillum Suðuroynna og Havnina næsta ár. Tað gjørdust greitt, tá ið Løgtingið samtykti fíggjarlógina fyri næsta ár.

Men sambært Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í samferðslumálum, og øðrum politikarum í samgonguni, er tað líka frægt, tí teir siga, at Smyril tolir ikki at sigla meir enn hann ger, so skal hann sigla fleiri túrar, verður hann sigldur í senk.

Siglingin hjá Smyrli fekk rættiliga nógva umrøðu í Løgtinginum hendan dagin, áðrenn Løgtingið samtykti fíggjarlógina fyri næsta ár.

Tinglimir úr Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, skutu upp at játta Strandferðsluni fimm milliónir afturat, og tær skuldu markast til at lata Smyril sigla fleiri túrar ímillum Suðuroy og Havnina. Men tað tók samgongan ikki undir við og sostatt varð uppskotið felt.

Bæði Jørgen Niclasen og Erhard Joenesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, halda, at tað er ikki ráðiligt at lata Smyril sigla meiri. Teir siga báðir, at longu sum er, siglur Smyril so nógv, at tað eru ikki reiðiliga umstøður til at halda hann so væl, sum ynskiligt er, og at gera tær neyðugu ábøturnar. Og skal hann sigla meiri, fer støðan at versna og úslitið verður, at tá skal í dokk á hvørjum ári, í fleiri – og tað í seks ella sjey vikur hvørja ferð.

– Og hvat gera vit tann dagin, Smyril fær tekniskt brek tí at Strandferðslan ikki hevur havt umstøður til at røkja hann. Tað er ikki forsvarligt at lata Smyril sigla meir, tí tað verður tikið burtur av tíðini, sum er til viðlíkahald, leggur hann afturat.

Johan Eli Poulsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, er samdur í, at tað eru óráð at lata Smyril sigla oftari, tí tað slitið tolir hann ikki.