Vildu ikki tosa við Lisbeth

Kinesisku myndugleikarnir eru sera misnøgdir við, at norska Nobel-nevndin valdi at lata einum kinesiskum andstøðingi ársins friðarheiðursløn, og hetta fekk norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg-Hansen, at kenna, tá hon kom til Kina fyrradagin.

Ætlanin var, at hon skuldi tosa við kinesiska fiskimálaráðharran um tollin á norskum fiskavørum, men kinesiski ráðharrin vildi ikki tosa við hana, og fundurin varð tí av ongum.

Hinvegin vildu kinesiskir embætiemenn fegnir tosa við norsku embætismenninar, sum vóru við ráðharranum, og fundurin teirra millum vardi heilar fimm tímar, skrivar NTB.

John Williams í norska fiskimálaráðnum sigur við tíðindastovuna, at kinesarar hava stóran áhuga í norskari aling og norskari tøkni, og norsku embætismenninir hava nú boðið Kina at senda umboð á alimessuna Aqua Nor, sum verður í august næsta ár.