Ein, ið blandar seg í orðaskiftið, er Vilhelm Johannesen løgtingsmaður. Hann sigur seg vita nakað um tann danska ATP-grunnin, sum danski javnaðarflokkurin við Jens Otto Kragh á odda stovnsetti fyrsti í 60-árunum. Feilurin við ATP-grunninum er, sigur Vilhelm, at inn- og útgjaldingarnar eru persónligar, hetta er atvoldin til at útgjaldingarnar eru so lágar. Tað er tað persónliga, sum ger allan feilin, sigur Vilhelm. Men at vit her á landi hava persónligar funktionerpensiónir, løgtingsmannapensiónir og landsstýrismannapensiónir hevur hann ongan trega av. Vilhelm sigur, at ATP-grunnurin líkist einum fólkafloksuppskoti. - Tað næsta verður vist, at Vilhelm pástendur, at Jens Otto Kragh var fólkafloksmaður.
Júst í hesum døgum diskutera danskir toppolitikarir, hvat gerast skal við ATP-milliardirnar. Hetta er sama elendigheitin. Skattaborgarin verður við pantirætti kravdur eftir einum gjaldi. Tá so tíðin er komin til at fáa nakað aftur, skal hann niður á knøini og bidda um tað, sum hann eigur. Í hásæti sita onkrir politikarar og vurdera, um hesin niðurslitni skattaborgari skal fáa nakað ella onki. Hesir eru teir, sum altíð eru framvið og kráma eftir valdi yvir tí, sum ein annar hevur forvunnið.
Nei, latið okkum fáa eina fólkatrygging so fólk vita, hvat tey skulu gjalda, hvat tey eiga og hvat tey hava rætt til, tá tíðin er komin.
Leif Niclasen