Vilja enduruppliva sending sum var gamlaárskvøld

- Talan er um áhugaverdar søgur og samrøður við kendar røddir, eitt nú við Heðin Winther Olsen, sála, Jógvan Durhuus, Inger Klein og onnur

- Eftir fleiri áheitanir fer Nærvarpið í Vestmanna at endursenda sendingina, sum varð send gamlaárskvøld.

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag, og lagt verður aftrat, at nógv gott tilfar er funnið fram úr savninum.

 

- Talan er um áhugaverdar søgur úr Vestmanna og samrøður við kendar røddir, eitt nú við Heðin Winther Olsen, sála, Jógvan Durhuus, Inger Klein og onnur.

 

Sent verður leygardagin hin 17. januar frá klokkan 14 á FM 101.0, og rásin hoyrist bara í Vestmanna og á Válinum.