Vilja hava føroyingar at drekka meira

Føroyar man vera einasta land í Norðurevropa, sum roynir at fáa fólkið at drekka meira, heldur tingmaður

Henrik Old hevur verið løgtingsmaður síðani 1984 og var eisini tingmaður, tá rúsdrekkalógin varð broytt í 1992. Myndin er frá fyrsta tingfundinum eftir seinasta løgtingsval, tá Henrik Old sum elsti maður setti tingfundin.

Løgtingið hevur í næsta tveir tímar umrøtt eina broyting í rúsdrekkalógini, sum gongur út uppá, at bryggjarí og brennarí sleppa at selja sína vørur á framleiðslustaðnum. Sum tað er í dag er tað bert loyvt fyri rúsdrekka, sum hevur 5,8 prosent alkohol ella minni.

Hetta stavar frá tíðini, tá bryggjaríini kundu selja øl sum postordra undir gomlu rúsdrekkalógini, sum var galdandi frá 1980 til 1922, og tá tað ikki varð loyvt at framleiða ella innflyta øl sterkari enn 5,8 prosent.

Sagt verður í uppskotinum, at tað helst vera mest útlendsk ferðafólk, sum fara at gera sær dælt av hesum, og at hetta millum annað tí ikki fer at ávirka atkomuligheitina til rúsdrekka í Føroyum.

Tað vóru ávís tingfólk úr andstøðuni, ið fyri tað mesta tóku orðið. Flestu vóru ímóti uppskotinum hjá landsstýrismanninum, eisini Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, sum boðaði frá, at hann var í móti uppskotinum.

– Tað er so smart at brúka orð sum »gastro-eting«, hvat tað so er fyri nakað, segði Henrik Old, sum segði seg ongan ungan kenna, sum hevði tørvin á hasum.

Henrik Old fekk tað til tað, at landsstýrið og landsstýrismaðurin, sum er Bjarni Kárason Petersen, halda tað ganga for seint hjá fólki at fáa kenning við øli, sum er veikari enn 5,8 prosent, og tí vilja hava fólk at drekka sterkari øl, so kenningin kemur skjótari, segði løgtingsmaðurin, sum samn við Jørgen Niclasen er tann einasti í Løgtinginum í dag, sum var við til at samtykkja rúsdrekkalógina í 1992.

Málið er farið í vinnunevnd Løgtingsins, sum skal viðgera tað, áðrenn tað kemur til aðru viðgerð. 

 

Henrik Old hevur verið løgtingsmaður síðani 1984 og var eisini tingmaður, tá rúsdrekkalógin varð broytt í 1992. Myndin er frá fyrsta tingfundinum eftir seinasta løgtingsval, tá Henrik Old sum elsti maður setti tingfundin.