Vilja hava nýgg verk til orkestrið

Tórshavnar Big Band skipar fyri einari verkakapping við ynski um at fáa eina rúgvu av nýggjum sangum ella verkum til orkestrið. Verkini verða framførd á konsert í Norðurlandahúsinum 1. februar í samband við Vetrarjazz festivalin.

– Vit ynskja stóra luttøku og vilja eggja øllum, bæði monnum og kvinnum at skriva eitt verk til kappingina, siga tey í Big Bandinum.

Freistin at lata inn er fríggjadagin 3. januar kl. 12.00.

Undan konsertini, sum verður leygarkvøldið 1. februar, velur ein dómsnevnd eitt úrval úr innkomnu verkunum til skránna.

Í metingini verður serligur dentur lagdur á tónlistarliga avrikið og tónlistarligar lutir so sum skapandi evni, hóskandi brúk av ljóðførisspenni, dynamikkur, artikulasjón osfr.

Á konsertini metir dómsnevndin um verkini, og ger endaligan úrskurð um fyrstu, aðru og triðju virðisløn. Endaliga úrslitið verður kunngjørt aftaná konsertina. Dómsnevndin er mannað við 3. persónum, harav høvuðsdómarin er útlendskur.

 

Vinningar

Vinningarnir eru:

Fyrsta virðisløn er 30.000 kr.

Onnur virðisløn er 15.000 kr.

Triðja virðisløn er 5.000 kr.

 

Ein treyt er, at nøktandi undirtøka verður fyri kappingini. Fyrireikararnir tilskila sær rætt at avlýsa tiltakið, um nøktandi undirtøka ikki er fyri kappingini.