-Vit kunnu ikki kunngera úrslitið av DNA-kanningunum, tí talan kann vera um próvtilfar, um tað vísir seg, at toskurin er vorðin vanskeplaður av umhvørviskriminaliteti, sigur Gunnar Trulssen, økisleiðari hjá fiskivinnustýrinum í Troms við norska kringvarpið.
Teir lokalu fiskimenninir halda, at talan er um tosk, sum er sloppin úr ringunum hjá alistøðini Storfjord Torsk, sum er tann einasta alistøðin av sínum slagi í umráðnum. Men leiðslan í felagnum vísir skuldsetingini aftur og vísir á, at júst hendan støðin hevur serliga tryggar aliringar. Er talan um aldan tosk, má hann vera sloppin úr alistøðum aðrastaðni, sigur Storfjord Torsk. Felagið vil tí hava myndugleikarnar at almannakunngera úrslitið av DNA-kanningunum, so tað kann staðfestast, hvaðani tann vanskapti toskurin kom.
Men tað vilja myndugleikarnir ikki.
-Frágreiðingin kann hava upplýsingar, sum kunnu hava týdning fyri tað, sum er eftir av kanningararbeiðinum. Er talan um lógarbrot, kunnu vit ikki kunngera kanningarúrslitið, sigur Gunnar Trulssen í fiskivinnustýrinum við NRK. Hann leggur afturat, at talan kann verða um eitt mál um umhvørviskriminalitet.
Fekk 1500 toskar
Søgan um teir vanskaptu toskarnar á Stórfjørðinum byrjaði í september í fjør, tá ein maður fekk 1.500 avskeplaðar toskar í gørnum á fjørðinum. Síðani hava menn fingið meiri enn 3.000 slíkar toskar afturat.
Maðurin, sum fekk teir fyrstu vanskaptu toskarnar, ivast ikki í, at teir stava frá alistøðini á fjørðinum, men tað avsannar stjórin á alistøæðini. Sjálvur hevur hann eina aðra hugsan um málið:
-Vit mistu 150.000 yngul í ódnarveðri í 2006, og tað kann vera hesin fiskurin, sum framvegis heldur til á fjørðinum. Men talan kann eisini vera um villan tosk ella tosk, sum er sloppin út úr einari alistøð onkra aðrastaðni, sigur stjórin í Storfjord Torsk við Noirdlys.