Tað er nú rættiliga greitt, at grundarupphæddin í fólkapensjónini hækkar ikki aftur. Tað er niðurstøðan, nú Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá fleiri løgtingslimum í andstøðuni um at hækka grundarupphæddina í fólkapensónini.
Tann fyrsta januar í 2016, lækkaði samgongan grundarupphæddina 580 krónur um mánaðin og nú hava fleiri tinglimir í andstøðuni lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækkað grundarupphæddina aftur til tað, hon var fyri 1. januar í 2016.
Men nú Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið, er greitt, at grundarupphæddin verður ikki hækkað aftur. Meirilutin í nevndini, sum eru umboðini fyri samgonguna, og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, mæla Løgtinginum frá at at hækka grundarupphæddina aftur.
Tey vísa á, at eftir nýggju pensjónsskipanini, verður pensjónin framvegis bygd á tríggjar súlur, fólkapensjónina, Samhaldsfasta og persónliga uppsparing. Ein partur av nýggju skipanini var at lækka grundarupphæddina. Men tá ið alt er lagt saman, og alt er drigið frá, fara pensjonistar frá 1. Januar, at hava góðar 2.000 krónur meira um mánaðin at liva fyri, sigur meirilutin.
Tí taka tey ikki undir við at grundarupphæddin verður hækkað aftur. Hinvegin siga umboðini fyri andstøðuna í Trivnaðarnevndini, Kaj Leo Holm Johannesen, Jenis av Rana og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, stutt og greit, at tey taka undir við málinum og tey mæla sostatt Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.