- Ætlanin um at seta Jósup inn at røkja Kalsoyarleiðina fyri Sam er als ikki nøktandi, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Hann heitir á landsstýrismannin um at finna eina betri loysn, nú Sam fyribils verður tikin úr sigling.
Strandferðslan hevur boðað frá, at Sam, ið røkir siglingina um Kalsoyarfjørð, skal á beding og í staðin verður Jósup settur inn at røkja hann.
Hetta eru kalsingar als ikki nøgdir við, og í gjár gav borgarstjórin í Húsa kommunu, Magni Garðalíð, ilt av sær í Norðlýsinum og á Rás 2.
- Tað skuldi verið vent á høvdið. Vit skuldu fingið Ternuna og nólsoyingar skuldu fingið Jósup. Tað hevði verið best fyri allar partar, segði hann. Hann vísti á, at nólsoyingar sum so ikki hava tørv á bili, meðan íbúgvarnir á Kalsoynni ikki kunnu vera bilin fyri uttan.
Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, er samdur við starvsfelaga sínum á Kalsoynni. Hann viðurkennir tørvin á viðlíkahaldi av Sam, men metir ikki fyriliggjandi loysn vera haldbara.
- Tað er sjálvsagt ikki nøktandi, at Jósup bert megnar at røkja ein lítlan part av teimum uppgávunum, sum Sam annars røkir hvønn einasta dag, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Borgarstjórin leggur dent á, at ferðavinnan í Kalsoynni seinastu tíðina er økt munandi, og at oyggin tí hevur prógvað sítt stóra virði, Tí, sigur hann, hevur Kalsoyarleiðin betri uppiborið.
- Ferðafólkatalið til Kallsoynna er økt nógv seinastu árini. Hetta hevur óivað kastað fíggjarligan vinning av sær hjá strandferðsluni, men tað krevur eisini eitt nøktandi ferðasamband, bæði fyri ferðandi, sum vitja oynna, men sanniliga eisini fyri tey, sum hvønn dag ferðast ímillum við bili til arbeiðis í eitt nú Klaksvík ella í Eysturoynni, sigur Jógvan Skorheim.
Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu er sannførdur um, at Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum hevur møguleika og vilja til at finna eina frægari loysn uppá trupulleikan.
- Landsstýrismaðurin hevur áður gjørt vart við, at hann vil raðfesta útjaðaran og tryggja øllum nøktandi farleiðir. Eg eri eisini fullvísur í, at landsstýrismaðurin veit, at Kalsoyingar ikki eru ónøgdir av lyndi, men at teir harafturímóti longu taka til takkar við tí sambandi, sum teir vanliga hava í Sam. Nú hevur hann so ein gyltan møguleika at prógva hetta í verki, við at raðfesta Kalsoyarleiðina og finna eina nøktandi loysn, sigur Jógvan Skorheim.
Eftir ætlan skal Sam vera til umvælinar í sjey vikur, men Magni Garðalíð óttast, at tað fer at taka longri tíð, av tí at skipið er so gamalt.