Vilja ikki hava turkisk flogfør

Spenningurin millum grannalondini Sýrialand og Turkaland veksur í hvørjum, og tað bøtir ikki um støðuna, at Sýrialand hevur gjørt av at banna turkiskum ferðamannaflogførum at flúgva ígjøgnum sýriskt loftrúm. Bannið kom í gildi á midnátt í gjárkvøldið.

Uttanríkisráðið í Damaskus sigur, at avgerðin er ein avleiðing av, at Turkaland hevur stongt sítt loftrúm fyri sýriskum flogførum.

Turkaland hevur ikki sett sýriskum ferðamannaflogførum forboð fyri at brúka tað turkiska loftrúmið, men fyri nøkrum døgum síðani noyddu turkisk jagaraflogfør eitt sýriskt ferðamannaflogfar at seta seg á flogvøllin við Ankara. Seinni hava turkar sagt, at teir funnu vápn umborð á flogfarinum, men tað hevur Sýrialand avsannað.

Tann veksandi spenningurin hevur fingið ST at senda sín serliga sendimann, Lakhdar Brahimi, til Istanbul at royna at finna eina loysn á kreppuni.