-Páll Finnur Páll er tann besti live bólkurin í Føroyum, og teir eru ótrúliga stórir í dag. Vit vilja fegnir bólkast í somu kategori sum teir, sigur Jón Jacobsen, forsangari í Grandmas Basement.
Tað tykist ógvuliga populert at skriva føroyskar sangir um lúrarar. Í øllum førum hevur klaksvíksbólkurin Grandmas Basement júst givið eitt lag út, sum ber heitið Gluggasníkurin.
Lagið snýr seg um ein lúrara, og í sanginum verður sungið Eg eri lúrari hjá tær.
Á fløguni Fram á Hermóti hjá Páll Finnur Páll, sum kom á marknaðin í 2007, var júst eitt lag við heitinum Lúrarin, har sungið verður Eg eri lúrarin í tínum lívi.
Ikki kann sigast annað enn at tema og niðurlag í sangunum báðum líkjast.
Tað viðgongur Jón Jacobsen, forsangari í Grandmas Basement. Hann sigur við Rás2, at teir eru vitandi um, at løgini bæði líkjast.
-Tað eru túsund sangir til um kærleika men bara tveir føroyskir sangir um lúrarar, sigur Jón Jacobsen.
Hann staðfestir eisini, at bólkurin tónleikaliga fegin vil bólkast saman við Páll Finnur Páll.
-Páll Finnur Páll eru provokerandi og duga væl at prika. Og tað royna vit eisini at gera, sigur Jón Jacobsen við Rás2.
Lúrarin hjá Páll Finnur Páll telist millum best umtóktu løgini hjá bólkinum. Áhugavert verður at síggja, um lúraralagið hjá Grandmas Basement verður eins væl umtókt, tá ið tað fyri fyrstu ferð skal spælast á Summarfestivalinum leygarkvøldið.