Viljormur á Heiðinum Davidsen og liðfelagar hansara í Vejle eru á uppflytingarkós, og eru einsamalt oddalið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini aftaná góðan 1-0 útisigur í oddauppgerðini í Viborg.
Vejle var á odda 1-0 í steðginum. Rasmus Lauritsen skoraði sigursmálið tá 40 minuttir vóru farnir av dystinum. Viljormur Davidsen spældi allan dystin fyri Vejle.
Heini Vatnsdal var við frá byrjan tá lið hansara, Fremad Amager á útivølli tapti 2-3 ímóti Nykøbing. Nykøbing var á odda 2-1 í steðginum. Nykøbing var á odda bæði 2-0 og 3-1, og Fremad Amager kom ongantíð nærri einum javnleiki enn tvær reduseringar í dystinum.
Jákup Thomsen slapp ikki at byrja inni tá lið hansara, Thisted snávaði og tapti 1-3 ímóti Roskilde á útivølli.
Komandi vikuskiftið tekur Vejle ímóti Nykøbing. Fremad Amager tekur ímóti Skive, og Thisted spælir á útivølli ímóti Brabrand.
Støðan:
1
29
14
11
4
39
23
16
53
2
28
15
4
9
55
34
21
49
3
29
13
10
6
51
36
15
49
4
29
14
6
9
51
37
14
48
5
29
12
8
9
37
29
8
44
6
27
11
8
8
46
37
9
41
7
29
10
9
10
41
47
-6
39
8
29
9
9
11
47
54
-7
36
9
28
9
7
12
36
42
-6
34
10
29
9
6
14
24
40
-16
33
11
29
5
9
15
26
56
-30
24
12
29
3
9
17
33
51
-18
18