Hetta er fjórðu ferð, at skipað verður fyri Pan-ArcticVision. Áður hevur Guðrið Hansdóttir staðið á palli í Norðurnoregi, Ester Skála hevur ferðast til Grønlands, og Dóttir hevur umboðað Føroyar í Kanada, og nú hava føroyskir sangarar ella tónleikarar aftur møguleikan at luttaka í kappingini Pan-ArcticVision. Hesa ferð í Norðurlandahúsinum í Føroyum 2. oktober.
Freistin at lata inn tónleikaíkast er 20. mai.
Tónleikakappingin Pan-ArcticVision er fyri økini kring Arktis. Sangarar og tónleikara hava møguleika at umboða Føroyar.
Pan-ArcticVision verður stroymd beinleiðis úr Tórshavn til hyggjarar í øllum Arktis. Hetta er fjórðu ferð, at kappingin verður hildin.
Norski listabólkurin NORDTING / The Northern Assembly skipar fyri. Norðurlandahúsið er samstarvsfelagi í Føroyum.
Les meira um kappingina og melda til her: https://www.panarcticvision.org/opencall2026










