VITJAN
Í sambandi við 100-ára haldið hjá Klaksvíkar kommunu, fær Klaksvík áhugaverda vitjan í hesum døgum. Hesuferð úr norska býunu Trondheim, sum millum annað ger nógv burtur úr at prýða kommunalar bygningar og tað almenna býrúmið við listaverkum.
Tað er mentunnarligi kommunalstjórin, Gerhard Dalen, sum vitjar Klaksvík, ið er vinarbýur við Trondheim.
Umframt at vera kommunustjóri er Gerhard Dalen leiðari av symfoniokestrinum í Trondheimi og eisini kendur fyrilestrarhaldari í heimlandinum.
Fyrri fyrilesturin hjá norðmanninum, sum verður í býráðshøllini í Klaksvík í annaðkvøld klokkan 19.30, hevur heitið »Listarlig prýðing av almenna rúminum« við undirheitinum »Er hetta ein óneyðug kommunal byrða - ella er tað við til at menna býin?
Trøndheim kommuna hevur hesar málsetingar viðvíkjandi list:
1,25 prosent av íløgukarminum skal fara til listarilig prýði av kommunalum bygningum og almenna býrúminum. Listarfólk verða tikin upp á ráð í tilgongdum at velja støð til prýðis, hvat listarligt skal verða lagt eftir – hetta í samráð við arkitektar og býarplanleggjarar. Ætlanir eru t.d. um at prýða St. Ólavs Sjúkrahús fyri 100 mió. Krónur. Býrurin vil vera heimsins størsta uttandura savn fyri nútíðar list. Á fyrilesturin verður kunnað í orðum og myndum um skipanir, og hvussu langt komið er áleiðis.
Í sambandi við fyrilesturin, sum varar ein tíma, fara Åsbjørg Ryeng at spæla á bandodion, sum er ein argentinsk harmonika, meðan Lars Magnus Steinum spælir violin.
Eisini í Christianskirkjuni
Fríggjakvøldið klokkan 19.30 heldur Gerhard Dalen fyrilestur í Christianskirkjuni um undir heitinum » Pílagrímsleiðin til Nidarós «
Við pílagrímsvegin til Santiago de Compostella í Spania stendur eitt vegskelti, har boða verður frá: Santiago de Compostella 222 km, Roma 2475 km, Jerusalem 5000 km og Trøndheim 5000 km.
Trøndheim og Trøndelag er miðdepilin í Ólavs-siðunum í Noregi. Hetta er týdningarmikið stað, tá ið um arvin eftir Ólavur Halga ræður.
Ein landsumfatandi verkætkan er farin av bakkastokki, har ætlanin er at seta Nidarós, Trøndheim og Stiklastaðir í miðdepilin fyri pílagrímsferðum. Stóra og stásiliga dómkirkjan í Trøndheimi verður á dagliga máli kallað Nidarosdommen.
Frá 1994 til 1997 bleiv pílagrímsvegurin millum Oslo og Nidaros endurskapaður. Eisini eru pílagrímsvegir gjørdir til og frá Svøríki.
Endamálið er sambinda pílagrímsarbeiðið tættari móti Santiago de Compostella í Spaniu og Vadstena í Svøríki.
Fyrilesturin í Noreg kunnar um eina størri satsing av pílagríms virksemi í framtíðini í norðurlondum eisini.
Líka sum fyrilesturin í býráráðshøllini fer fyrilesturin í Christianskirkjuni eisini at vara á leið ein tíma.