Vindmátari í Havn máldi 50,3 metrar um sekundið

Tað var nógvur vindur um landið um middagsleitið í gjár, og í Havn var kolandi stormur.

Tað var av ringasta veðri um landið í nakrar tímar í gjár, og um 11.30-tíðina var eisini kolandi stormur í høvuðsstaðnum.

 

Tá klokkan var farin um 13 ella so, minkaði vindurin nakað í Havn, og tá klokkan nærkaðist 14, var bara vanligt illveður aftur.

 

Umborð í grønlendska trolaranum, Tuneq, sum lá við Kjartansa Bryggju í Havn, máldu teir vindin um middagsleitið til 50,3 metrar um sekundið.

 

Viðheftu mynd, sum sæst her oman fyri, legði Jens Pauli Berg út í gjár.  

 

Mátarin sigur, at vindurin hesa løtu er oman fyri 50 metrar um sekundið, og vit hava fingið loyvi at brúka myndina her á In.fo.