Í næstum verður farið undir at seta vindmyllurnar hjá Vindrøkt upp á Gellingarkletti norðan fyri Havnina.
Vindmyllulundin hjá Vindrøkt verður norðan fyri vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga.
Tað er danska vindmyllufelagið Vestas, sum hevur latið vindmyllurnar til røkt.
Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt, segði við Kringvarpið í dag, at vindmyllurnar eftir ætlan standa uppi í mai-juni og tá eru klárar at taka í nýtslu.
Talan er um seks vindmyllur, sum kunnu framleiða 4,2 megawatt. Tornið á vindmyllunum er 92,5 metrar høgt, og veingjatvørmátið er 117 metrar. Myllurnar framleiða 100 gigawatt um árið.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##