Vinnarin: Hellisbúgvi ella heimsmaður

Marjun Dalsgaard
????????????
Hann er ikki fólksins maður. Hann er ikki alfaðirligur. Soleiðis ljóðaði tað, tá Fogh í 2001 av fyrsta sinni skuldi leiða Vinstra inn í valstríðið í 2001. Fleiri vóru spádómarnir, tá Fogh gjørdist forsætismálaráðharri, og summir ljóðaðu, at hellisbúgvin hevði ikki skapið á einum statsleiðara. Hansara kantuta og sera privata framkoma fór at standa í vegin, var grundgevingin.
Men hesir spádómar hava ikki hildið. Í dag er Fogh maðurin, sum danir vilja hava. Hann hevur bæði gloppað dyrnar til heim sítt og tikið blaðfólk við út at renna ? roynt at vísa menniskjað aftanfyri Fogh. Ikki tí ? enn er hann ikki fólksins maður, og hann er ikki landsfaðir. Kortini hevur hann leingi staði til at vinna stórsigur í einum valið, sum frá fyrsta degi hevur verið eitt val millum Fogh og Lykketoft. Eitt val, sum snýr seg um perónar heldur enn politiskt innihald. Hann hevur havt óteljandi óhepnar støður við sínum ráðharrum, men hevur altíð megnað at hildið fast í teimum málum, sum hava eydnast.
Fogh vinnur millum annað av tí, at danir síggja hann, sum ein nútímans leiðara, sum hevur visiónir og kann føra tær út í verki. Hann hevur sagt seg sjálvan vilja standa á odda fyri at gera Danmark førandi innan vísind og tøkni í altjóðagerðingini. Tað gongur gott í Danmark, sigur hann og sendir eitt signal um, at hann trýr uppá, at Danmark er best, og at hann veit, hvussu hann skal leiða Danmark inn í framtíðina ? á odda. Tá hansara politisku mótstøðufólk peika á viðurskifti, ið ikki samsvara við tað hann sigur, verða tey kallað tey súr grenj.
Hellisbúgvi ella heimsmaður
Hesin nútímans leiðarin varð í fleiri ár altíð avmyndaður av skemtiteknaranum hjá Politiken, Roald Als, við lendaklæði úr skinni og einum gassa í hondini. Fogh gjørdist kendur sum hellisbúgvin, eftir at hann hevði skrivað bókina "Fra socialstad til minimalstad" í 1993, sum tók frástøðu frá tí vælferðarsamfelagi, sum flestu danir ynskja at halda fast í, eins og hann skýrdi miðjusøkjandi politikk fyri at vera eina hóttan ímóti fólkaræðinum.
"Fra hulemand til julemand" er yndisvendingin hjá bæði politiskum mótstandarum hjá Fogh og eygleiðarum og sipar til ta politisku kúvending, sum Fogh hevur gjørt seinastu árini.
Fogh var í sínu ungu døgum og upp gjøgnum 80?ini sum ráðharri fyri konservativu Schluter-stjórnina ein tann mest liberali innan Vinstraflokkin, men við einum hamskifti, sum fyri summi tykist so ógvusligt, at tað er fasinerandi, hevur hann megnað at stýra gamla liberala bóndaflokkinum inn á miðjuna við fastari hond ? uttan at tað hevur skakað hansara trúðvirði. Hetta gjørdi hann við at leggja seg so tætt upp at Javnaðarflokkinum við sínum vallyftum, at hansara egnu ráðharrar í dag ikki megnað at siga, um tað eru teirra egnu valyftir ella vallyftir hjá Sosialdemokratunum, sum verða lisin upp fyri teimum.
Hann er tiltikin eldhugaður hugsjónarliga, men uttan mun til sín innara heims- ella hellismann hevur tann meira tilkomni Anders Fogh Rasmussen sannað, at valdið liggur á miðjuni, og uttan vald kanst tú einki gera.
Enn eru nógvar gitingar um, hvat hansara dagsskrá er ? tó mest frá andstøðuni. Trupulleikin hjá Lykketoft er møguliga, at danir tykjast vera líkaglaðir við, um Fogh í veruleikan-um ikki er nakar sosialdemokratur, men, sum andstøðan vil vera við, at hansara dagsskrá er at máða grundarlagið undan vælferðarsamfelagnum við privatisering og skattalætta.
Fólkatingsvalið er eitt forsetaval og tað, sum er avgerandi, er um persónurin, sum verður valdur kann inna tað út í verki, sum hann lovar ? og eisini, at Fogh lovar fleiri pengar í lumman hjá tí einstaka. Lykketoft hinvegin er kendur fyri sínar skattapakkar, og flokksfelagin Nyrup fyri til valið í 1998 at skriva undir, at hann ikki fór nerta við eftirlønina fyri síðan at gera tað kortini ? ein sera lítil rætting í skipanini, men lyftisbrotið var myndin, sum stóð eftir í hugaheiminum hjá veljaranum.
Mr. X
Ofta verður bóndasonurin, Fogh, sum fekk vinstrahugburðin inn við móðurmjólkini og lærdi arbeiðshegni úti á jútsku markini, lýstur sum ein gátuførur maður. Til dømis hevur hann verið nevndur Mr. X ? men forsætismálaráðharrin hevur eisini verið nevndur Mr. Perfect, jólamaður, holumaður og eftir víðkanina av ES ? heimsmaður.
Illsintur, harðráðin, kensluleysur og miskunarleysur verður hann skýrdur av teimum, sum hava arbeitt undir- og saman við honum, eins og tey, ið sóu sendingina "Fogh bag facaden" væl kunnu ímynda sær, at forsætismálaráðharrin er náðileysur, tá ið onnur ikki strekkja til.
Flest øll eru samd um, at hann er fantastiska dugna-ligur, arbeiðssamur, takitiskt klókur, fokuseraður og hevur lítið tol við fólki, sum ikki liva upp til hansara krøv. Hann hevur sagt, at øll menniskju hava skyldu at geva nakað til samfelagið, og setur hann hørð krøv til sín sjálvs, eru tey ikki minni hørð til tey, sum eru rundan um hann.
Fogh drekkur ikki ? hevur einaferð verið fullur í skúlatíðini, men dámdi ikki kensluna av, at missa tamarhaldið á sær sjálvum, og gjørdi tað tískil aldrin aftur. Hartil hevði hann annað at gera, tá flokksfelagirnir stuttleikaðu sær. Hann læs og setti seg inn í tey viðurskifti, sum hann ikki helt seg læra nóg nógv um í skúlanum ? til dømis EF. Lærarir frá Katedralskúlanum í Viborg, har Anders Fogh Rasmussen gjørdist studentur siga gleðiliga frá, hvørt flogvit, vit her hava fatur á, og longu í skúlatíðini gjørdi hann vart við seg á politiska økinum. Fyrst stríddist hann saman við teimum vinstrahallu næmingunum á skúlanum fyri fólkaræði, tí her var stórsta valdið millum næmingarnar. Tá tað stríðið var vunnið, stovnaði hann sín egna liberala flokk á hesum skúla, sum aldrin hevði havt ein liberalan flokk fyrr. Fogh stillaði fyri fyrstu ferð upp til fólkatingsval sum 19 ára gamal, og kom inn, tá hann var 25 ár. Hann er 52 ár er giftur við Anne-Mette Rasmussen, sum hann hevur trý børn við.