Vinnulívið í besta blóma

Fiskiskapur, flakaframleiðsla og ali-og framleiðsluvirksemi skapar nógv í Runavíkar kommunu.

- Árið 2015 hevur hilnast hampiliga væl hjá flakavirkinum Faroe Origin í Saltangará.

 

Tað veit havnarmeistarin hjá Runavíkar havn og komandi borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, at siga.

 

Hann vísir á, at ísfiskatrolararnir hjá felagnum hava landað eini 8.000–9.000 tons í ár, umframt at teir hava verið á makrelveiði.

 

- Virksemið hjá Faroe Origin við trolarum og flakavirki er ein meginbulur í vinnuvirkseminum í Runavíkar kommunu.

 

Tórbjørn Jacobsen vísir á, at ein endi eisini er farin at síggjast á stóru útbyggingini hjá Bakkafrosti á Glyvrum.

 

Í summar kom snotiligi brunnbáturin, Hans á Bakka, eisini til bygdar.

 

- Tá virkið verður liðugt, og alt tilfeingið felagsins verður siglt inn, savnað og framleitt á Glyvrum, fer hetta at geva eitt rættiliga munagott íkast hjá Runavíkar havn eisini, sigur Tórbjørn Jacobsen.