Ávirkar ikki kappróðurin

Hóast ILA nú er staðfest í Sørvági, so kemur tað ikki at hava ta stóru ávirkanina á kappróðurin, sum verður í Sandavági í dag

Hansina á Plógv, forkvinna fyri róðrardeildini hjá SÍF, sigur, at tann einasta broytingin sum verður, er, at teir báðir hjálparbátarnir úr Sørvági koma ikki kortini.
? Vit hava hingið í telefonini til at útvega tveir aðrar bátar, so í so máta gav hetta okkum eitt sindur av eykaarbeiði, men annars ávirkar hetta ikki kappróðurin nakað stórvegis, sigur hon.
Bátarnir, sum skuldu koma úr Sørvági, skuldu nýtast til startdómaran og ein hátalara, men aðrir eru sum sagt funnir til hetta endamál.
Í teirra innbjóðing til feløgini kring landið, hevur SÍF boðað frá, at allir bátarnir skulu koma á økið við rækjuvirkið í Miðvági, har teir verða sóttreinsaðir áðrenn og aftaná kappróðurin.
Smyril siglir inn á Miðvág í sambandi við kappróðurin, og tí verða teir flestu bátarnir har.
? Vit royna annars at sleppa undan at allir teir stóru bilarnir við bátunum koyra til Sandavágs, tí tað er so trongligt á kai-økinum. Seinast høvdu vit trupulleikar av tí, sigur Hansina, sum ikki heldur, at hetta við sóttreinsanini er nakar stórvegis trupulleiki.
- ? Vit hava fingið fólk frá alivinnuni her at taka sær av tí, so tað skuldi alt farið at verið í lagi, sigur hon.
Bátarnir verða eisini spulaðir eftir, at teir eru sóttreinsaðir. Tað hevur felagið tikið stig til, tí at fleiri rógvarar hava gjørt vart við, at teirra klæði eru oyðiløgd av veskuni.
Hansina sigur, at tey varnaðust, at teirra egnu blusur vóru oyðilagdar eftir róðurin á Fjarðastevnu. Og seinasta vikuskiftið vóru tað blusurnar hjá onkrari aðrari manning, sum hevði fingið skaða.
? Eg veit ikki, hvør hevur endurgjaldsskyldu. Kanska er tað fyrireikandi felagið. Og fyri at hetta ikki skal halda fram, og at vit ikki skulu fáa møguligt endurgjaldskrav eftir stevnuna, so hava vit gjørt av, at bátarnir skulu spulast aftaná sóttreinsanina, sigur Hansina, sum somuleiðis ikki heldur, at tað er rætt, at klæðir hjá rógvarunum verða oyðiløgd, av tí orsøk, at man roynir at sóttreinsa bátarnar fyri alivinnuna her á landið.