Øssur Hansen hevur øll árini havt serlig fótbóltsevnir. Sum bara 15 ára gamal er hann so góður, at B68 biður FSF um undantaksloyvi at fáa vinstra beinta fótbóltssnillingin á besta liðið. Tað verður ikki góðtikið, men Øssur fær undantaksloyvi at spæla í næstbestu deildini.
Í 1987 spælir Øssur sín fyrsta dyst í bestu deildini og komandi árini verður fótbóltsspælarin Øssur Hansen skúlaður á einum liði, sum er millum tey bestu í landinum.
Í 1988 er B68 eitt stig frá meistaraheitinum og árið eftir fáa toftamenn eina bronsu um hálsin. Í 1992 bragdar, og B68 vinnur FM heitið.
Liðið er í høvðusheitinum mannað við lokalum leikarum og Øssur Hansen er toppskjútti við tíggju málum.
Árið eftir vinnur hann sær fast pláss á A-landsliðnum. Í 1994 er Allan Simonsen høvðusorsøkin til, at Øssur Hansen spælir við Vejle í næstbestu donsku deildini og hevur sína bestu tíð sum fótbóltsleikari.
Einsemi fær tó ræðið á 23 ára gamla toftamanninum, sum velur útbúgving, B68 og Føroyar framum fótbóltsyrkisleiðina.
Fram til 1997 er Øssur B68 leikari, tá jugoslaviskur venjari kemur til B68. Honum dámar einki nýggja venjaran og skiftir til GÍ.
Í 1998 er alt við tað gamla. Venjarin er frákoyrdur og Øssur vendir heim til B68 eftir eitt stutt tíðarskeið í Herning. Men ynskið um at royna okkurt nýtt ger, at hann í 1999 skiftir til B36, sum hóast eitt framúr lið bara fær bronsu.
Tað er seinastu ferð, at Øssur spælir við øðrum felagi í Føroyum enn B68. Hann hevur tó enn eitt útlendskt ævintýr eftir í sær, tá hann á summri 2001 skiftir til B93.
Øssur toppar fyri aðru ferð í yrkisleið síni, men felagið fer á heysin. Frísparkssnillingurin hevur spælt sín seinasta dyst uttanfyri Føroyar, og við familjuni í huga vendir hann heimaftur til B68 fyri seinastu ferð.
Í samfull tíggju ár spælir hann við besta liðnum og til tíðir næstbesta liðnum, til hann í ár spælir sín seinsta dyst í bestu deildini sum 41 ára gamal.
B68 flytur niður, og nýggjur venjari er Øssur Hansen. Hann hevur verið í venjaratoyminum í eina tíð, og málið er at sameina Toftir og B68. Felagið skal aftur á gamlar gøtur.
Pannukøkur og Premier League
Øssur er gestablíður og prátingarsamur, tá Sosialurin kemur á vitjan. Umframt Øssur, so telur húskið konuna Súsan og genturnar Báru, sum er 15 ár, Sandru, sum er 11 ár og Nomi, ið er trý ára gomul.
Tað er leygardagur og Premier League er í sjónvarpinum. Swansea tekur ímóti Chelsea. Hóast Øssur er Liverpool viðhaldsmaður, so hevur dysturin stóran áhuga. Tað verður borðreitt við kaffi, pannukøkum og ísi.
Skeggið er nakað størri enn tað hevur verið fyrr. Nógvu árini í fótbólti gera, at hann til tíðir má hugsa seg væl um, áðrenn hann fær allar prikkarnar í yrkisleiðini at passa saman.
Øssur er útlærdur eletrikari. Hann er arbeiðisformaður fá skiljimiðstøðini.
Fotbóltur var í familjuni
Uppvøksturin hjá Øssuri er fótbóltur og arbeiði. Hann er yngstur av sjey systkjum. Allir beiggarnir, Asbjørn, Jens Christian, Petur Hans, Høgni og Heri, eru ídnir bóltspælarar og spæla við B68.
Tað er ikki ilt at ímynda sær, hvaðani áhugin fyri fótbólti kemur frá. Á ungum árum er Øssur nakað sjálvsøkin tá hann spælir bólt. Tofta bygd hevur ikki so nógv fólk at taka av, og tað er ein avbjóðing at fáa mannað í yngru deildinum. Tí er dygdin á leikarunum ymisk, og tað hvílur nógv á vinstra-beinta miðvallaranum, sum mangan fær bóltin í føturnar, tí hann er millum teir bestu.
Frítíðin fer eisini við at spæla bólt og annars arbeiða. Serliga egningarskúrarnir eru áhugaverdir. Har eru nógv, sum halda seg fram at, og mangan eru allir skúrarnir fullir.
Boð eru longu eftir Øssuri tá hann bara er 15 ára gamal. Hann er so mikið góður, at B68 velur at senda eina umsókn til Fótbóltssamband Føroyar, har felagið vil hava undantaksloyvi at brúka hann. FSF sigur nei, men gevur honum loyvi at royna seg í næstbestu deildini.
Venjari hjá B68 er danin John Kramer. Hann skal vísa seg at fáa stóra ávirkan á framtíðina hjá Øssuri.
Gyltu árini
Í 1987 spælir Øssur Hansen sín fyrsta dyst í bestu deildini. Liðið er mannað av lokalum leikarum, og eftirnøvn sum Hansen, Petersen og Højgaard ganga aftur á dómaraseðlinum. Leikararnir hugna sær eisini eftir venjing, tá millum annað kortspæl er á skránni. Hetta er við til at skapa eitt gott samanhald á liðnum, og tað er nakað, Øssur minnist fyri tað góða.
– Leikarar fóru ikki heim beint eftir venjing. Teir flestu komu av Toftum, og vit hugnaðu okkum mangan eftir venjing í B68 húsinum. Í dag er hetta meira sjálvsamt, tí leikarar millum annað koma aðrastaði frá og skulu heim, greiðir Øssur Hansen frá.
Komandi tvey árini blívur B68 nummar tvey og trý. John Kramer er ein væl lýddur venjari, og tað manglar lítið í, fyri at meistaraheitið kemur í hús. Danski venjarin vísur Øssuri stórt álit og dugir væl at fáa tað besta burtur úr leikarunum uttan at vera órímuligur. Hann skilir, at menn arbeiða við síðuna av og hava familju.
Øssur fær fleiri og fleiri dystir og er so smátt við at blíva ein av týdningarmiklu leikarunum á liðnum.
Í 1990 verður John Kramer venjari hjá KÍ, og nýggjur venjari hjá B68 verður svenskarin Kenneth Rosén. Hann velur at steðga í summarsteðginum, og Finnur Helmsdal tekur við. Liðini endar mitt í deildini og tað ger tað eisini árið eftir, men frástøðan upp til oddasessin er ikki so stór.
Í 1992 tekur Jógvan Norðbúð við, og nú bragdar. Liðið er ein góð blanding av ungum og meiri royndum leikarum, umframt at tilgongdin aðrastaðni frá ger góðan mun.
Millum teir ungu eru 21 ára gomlu Øssur Hansen, Jan Petersen, Oleif Joensen, og 19 ára gomlu Jacob Eli Olsen og Súni Fríði Barbá. Millm teir meiri royndu eru beiggjarnir Petur Hans Hansen og og Jens Christian Hansen, umframt Aksel Højgaard, Eyðfinn Olsen, Jógvan Martin Olsen, Kjartan Nesá, Ingolf Petersen og Ingemar Højgaard. Tilgongdin er navnframi Ábraham Løkin(tá Hansen, blaðm) og Oddmar Færø, sum báðir roynast væl.
– Liðið hjá okkum var væl samanspælt, og allir trivust. Vit vóru millum 20 og 30 mans til hvørja venjing og aftaná var hugni, greiðir Øssur frá.
Øssur varð toppskjúttið hetta árið við tíggju málum, meðan Aksel Højgaard var honum næstur við átta málum.
Allan Simonsen lokkar
Í 1994 fer Øssur av landinum, og leiðin gongur til Horsens at spæla fótbólt. Tað var líka til, at føroyski landsliðsvenjarin, sum eisini var venjari hjá Vejle, fekk yvirtalað toftamannin til at koma til Vejle. Hann spælir fyrru hálvu av føroysku kappingini í B68, áðrenn hann skiftir til Vejle.
Øssur upplivir eina kollvelting, tá hann kemur til Danmarkar. Á vøllinum ger hann stór framstig og kallar tað fyri bestu tíðina í yrkisleiðini. Men uttan fyri vøllin er alt ikki, sum tað plagar. Einsamallur í einum nýggjum umhvørvi hevur toftamaðurin ringt við at fella til.
Allan Simonsen heldur ikki fram sum venjari. Eftir drúgva umhugsanartíð velur Øssur Hansen ta tryggu loysnina og kemur aftur til Føroya.
– Eg hevði gjørt nógv øðrvísi í dag. Eg hevði fyrireikað meg áðrenn eg fór av landinum, og havt okkurt at gjørt við síðuna av fótbóltinum. Helst tikið eina útbúgving, so tað hevði verið rúm fyri at hugsa um annað enn bara fótbólt. Tað kann blíva einsligt, greiðir Øssur frá.
– Eg fái bara einki gjørt við tað í dag, men eg menti meg nógv ta tíðina, eg var í Vejle, leggur Øssur afturat.
Í Føroyum bjóðar B68 honum lærupláss sum eletrikari og pengar eru so smátt við at koma í føroyskan fótbólt.
– Tú kanst siga, at eg valdi tað trygga, sigur Øssur avkláraður á málinum.
Árið eftir er Petur Mohr venjari, og B68 kemur í steypafinaluna, men tað greitt fyri HB í Gundadali. Vejle flytur upp í Superliguna.
Skiftið til GÍ
Í 1997 fær B68 nýggjan venjara. Hann kemur úr Jugoslavia og eitur Mihajlo Djuran. Hann er harður við leikararnar og tað sæst aftur á venjinginum. Hann er ísakaldur. Tá menn biðja um frí frá venjing vegna arbeiði ella familjuna, er hann tvørur. Tað er bara eitt at gera, og tað er at møta upp til venjing.
– Hann var tað mótsatta av tí, sum John Kramer var, sigur Øssur.
Sum tíðin gongur gert tað alsamt meiri greitt, at Øssur Hansen verður noyddur at skifta felag. Um hetta mundið er tað ikki óvanligt, at leikarar skifta millum feløg, men tað er framvegis torført hjá Øssuri at fortelja foreldrunum um avgerðina.
– Eg kláraði ikki at halda hann út og tey flestu í felagnum skiltu mína avgerð, men eg visti ikki hvussu eg skuldi fortelja tað heima við hús, sigur Øssur, sum valdi at skifta til fýrfaldu FM vinnararnar úr Gøtu.
Uppgerðirnar millum B68 og GÍ hava altíð verið nakað serligt. Tað er bara dystirnir móti NSÍ, sum eru meiri ein grannauppgerð enn uppgerðin móti GÍ. Hinvegin, so hava GÍ og B68 tey seinnu árini frá 80’inum og inn í 90’ini kempað í oddinum í føroyskum fótbólti.
Hetta merkir Øssur tó einki til, tá hann kemur aftur til Toftir í eini GÍ troyggju og skorar omaná tað heila.
– Eg haldi ikki, eg hoyrdi nakað fyri tað. Eg skoraði til 3-1 í seinna hálvleiki, og spenningurin var eitt sindur farin úr dystinum tá, sigur Øssur Hansen.
Toftamaðurin hevur heldur ikki trupulleikar við at finna seg til rættis í gulu og bláu troyggjuni.
– Eg kendi teir flestu frá landsliðnum, so tað gekk fínt at koma inn á liðið, greiðir Øssur frá.
GÍ endar á einum triðja plássi og fær bronsu.
Herning, B68, B36 og aftur B68
Komandi árini hendir nógv í fótbóltslívinum hjá Øssuri. Hann roynir seg eitt tíðarskeið í donskum fótbólti við Herning í næstbestu deildini. Hann fær ikki ta spælitíð, hann ynskir sær, og kemur aftur til Føroya til kappingarbyrjan í 1998.
Mihajlo Djuran er ikki longur á Toftum, og nýggi venjarin, Petur Simonsen, vil gjarna síggja Øssur aftur í B68 troyggjuni. B68 hevur eitt miðal kappingarár, og Øssur er miðpunktið og spælir flestar minuttir av øllum á B68 liðnum.
Í 1999 vil Øssur Hansen royna okkurt nýtt. Leiðin gongur ikki av landinum, men heldur til høvðusstaðin, har tvey tey seinastu meistaraheitini eru endað hjá ávíkavist B36 og HB.
– Allan Mørkøre hevði sett meg í samband við HB. Vit vóru í samráðingum, tá systkinabarn og B36 leikarin, Jens Christian Hansen, fær at vita, at eg eri á veg til HB, sigur Øssur Hansen.
Tað fellur Øssuri lættari at skifta til B36, sum hann lýsir sum eitt meiri »bygdasligt« felag. Hann fær eina íbúð og arbeiðir sum eletrikari. Liðið er framúr gott, og Øssur als ikki fegin um bronsu heiðursmerki, sum B36 fær hetta árið.
– Vit høvdu fleiri góðar leikarar, og liðið var gott nokk til at vinna FM, sigur Øssur greiður á málinum.
Í 2000 er ein brasilsk kollvelting á veg á Toftum. Marcello Marcelino og Marlon Jorge koma til felagið, og B68 fer frá at verða eitt felag, sum er kent fyri at kempa, til at spæla meiri bólt. B68 hevur eitt gott ár við Jóannes Jakobsen sum venjara, og Øssur vinnur enn eitt bronsu heiðursmerki.
B93 ævintýrið fer á heysin
Árið 2001 byrjar við, at Øssur spælir ein branddyst móti Vejle á venjingarleguni á La Manga við A-landsliðnum. Hetta er byrjanin til áhuga frá danska felagnum B93. Á summri flytur Øssur Hansen niður og toppar á øðrum sinni sum yrkisfótbóltsleikari. Hann er ytstur á vinstru mið í eini 4-4-2 spæliskipan. Tað hóvar toftamanninum, sum fær fleiri dystir í beinini.
Tíverri megnar felagið ikki at halda fram og fer á heysin. Tað er áhugi frá Superliga felagnum Silkeborg, men Øssur velur at siga stopp fyri fótbóltsyrkisleiðini uttanfyri landoddarnar.
– Eg var jú blivin familju maður, so eg mátti eisini hugsa um tey. Tú kanst aftur siga, at eg valdi ta tryggu loysnina, sigur Øssur meiri avkláraður enn við avgerðini um ikki at halda fram í Vejle í 1994.
10 misjøvn ár
Síðani 2002 hevur Øssur Hansen bara spælt við B68. Hann er í góðum formi eftir B93 tíðina og skorar ikki færri enn 16 mál í øllum kappingarárinum. Í 2003 kemur enn eitt bronsu heiðursmerki um hálsin, men frágongdin er stór til kappingarárið 2004, og tað endar við fyrstu niðurflytingini í søgu felagsins.
– Alt gongur galið, sum kann ganga galið. Tað er greitt tíðliga í kappingini, at hetta verður ikki lætt, minnist Øssur afturá.
Í 2005 vinnur felagið uppflyting við Julian Johnsson sum venjara, men longu árið eftir er aftur niðurflyting á skránni. Øssur umhugsar tó ongantíð at skifta felag. Hann fylgir trúfastur við í næstbestu deildina, har Rúni Nolsøe stendur á odda fyri næstu uppflytingini.
Sum tíðin gongur og aldurin hækkar, so dettur Øssur longur aftur á vøllin. Hann er drúgvur fram til 2011, tá hann gerst partur av venjaratoyminum hjá Bill M. Jacobsen.
Seinasti dysturin í bestu deildini er í 22. umfari í Effo-deildini í ár, tá B68 er á vitjan í Gundadali hjá B36. Øssur Hansen spælir allar 90 minuttirnar, men fótbóltsskógvarnir koma ikki uppá aftur.
– Eg tori at siga, at eg havi spælt mín seinasta dyst fyri besta liðið hjá B68, sigur Øssur avkláraður á málinum.
Fór at egna, tá hinr fóru til Landskrona
Landsliðstíðin hjá Øssuri byrjar nakað seinni, enn hon kundi. Øssur hevur altíð dámt væl at staðið á egnum beinum og tað kostar eisini pengar. Tað má hann ásanna í upptaktini til minniliga landsdystin í Landskrona í 1990, tá Føroyar vinna 1-0 á Eysturríki.
Landsliðið hevði nógvar venjingar, og samsýningin samsvaraði ikki við tað, Øssur kann forvinna sum landformaður.
– Eg var við til allar venjingarnar, men valdi at takka nei. Eg ringdi til Páll Guðlaugsson(táverandi landsliðsvenjari, blaðm.) og greiddi honum frá míni støðu. Kári Reynheim royndi at yvirtala meg til at halda fram, men eg hevði tikið eina avgerð, sigur Øssur Hansen.
Øssur viðgongur, at tað var hart at síggja landsmenninar fremja eitt tað størsta landsliðsbragdið í fótbóltssøguni, meðan hann sat heima.
– Tað var beiskt. Eg minnist eisini, at vit vóru biltúr eftir dystin, og øll vóru úti, og fleiri søgdu við meg, at eg kundi verið har, greiðir Øssur frá.
Øssur Hansen var í kapping við Poul Enok Hansen um vinstra vongbakk plássið. Tá samanumkom, so endaði tað við, at Jan Dam byrjaði inni.
Í dag hugsar Øssur ikki um tað. Hann hevði allarhelst ikki byrjað inni alíkavæl, og hann hevur síðani spælt yvir hálvthundrað landsdystir.
Páll ringir aftur – Allan skeldar
Í 1992 eru aftur boð eftir Øssuri á landsliðnum. Páll Guðlaugsson er framvegis landsliðsvenjari, men hesaferð hevur hann funnið fram rætta agnið. Mótstøðan er Wales á útivølli.
– Páll ringdi til mín og segði, at um eg kom við, so byrjaði eg inni, sigur Øssur og eftirlíkar íslendsku dialektini á núverandi KÍ venjaranum.
Tað var einki annað at gera, enn at takka ja. Øssur gerst skjótt fastur á landsliðnum. Tað blívur til yvir hálvthundrað landsdystir, og minnini eru nógv.
Á heimavølli móti San Marino vinnur føroyska liðið 3-0, og Øssur metir hetta vera hansara besta dyst í landsliðstroyggjuni.
Í 1997 er landsliðið á Malta, og í hálvleikinum er Allan Simonsen ikki blíður. Støðan er 1-0 til Malta og Allan Simonsen metir, at Øssur hevur skyldina av málinum.
– Eg spældi ein bólt upp á tvørs til Allan Mørkøre, sum ikki klárar at temja bóltin. Eg haldi ikki avleveringin var so vánalig. Kanska nakað høg, sigur Øssur.
Malta fer í mótálop og endar við at skora. Í seinna hálvleiki verður Todi Jónsson feldur í brotsteiginum, og Øssur fær nú møguleikan at svara aftur, tí hann skal skjóta.
– Tað fór eitt sus gjøgnum kroppin, tá dómarin bríkslaði. Eg fekk ikki bóltin at liggja ordiligt og tað endaði við, at hann lá í eini kullu, tá eg skuldi skjóta, greiðir Øssur frá.
Hann sendir bóltin til høgru fyri málmannin og so er 1-1. Stutt fyri tíð avger Todi Jónsson dystin.
Øssur nevnir eisini dystirnar móti Russlandi sum nakað serligt. Millum annað eru vit á odda 2-1 eina løtu á Svangaskarði, og í Russlandi verða vit snýttir fyri eitt brotsspark, meðan støðan er 0-0.
Ein partur av at spæla á landsliðnum er at býta um troyggju við mótstøðuleikararnar. Tað er ymiskt hvussu høgt leikararnir ganga upp í tað. Øssur hevur ikki gjørt nakað burtur úr teimum troyggjunum, sum hann hevur fingið, men leggur dent á tvær.
– Eg eri Liverpool fjeppari um ein háls, og tí var tað stuttligt at fáa troyggjuna frá Dietmar Hamann, sum tá spældi við Liverpool, sigur Øssur.
Hin troyggjan, sum hann er glaður fyri er burturblivin.
– Eg býtti um troyggju við Gheorghe Hagi, men hon bleiv vekk eftir ein innandura tíma í høllini í Runavík eina ferð í 90unum. So um tað er nakar, ið hevur hana, so er viðkomandi meir enn vælkomin aftur við henni, sigur Øssur og smáflennur.
Frísparkið!
Løtan sum Øssur Hansen er mest kendur fyri, er frísparkið móti Slovenia á Svangaskarði í 2000. Toftamaðurin hevði í eina tíð spælt illa á landsliðnum, og sjálvsálitið var ikki í topp.
Undan dystinum er eisini um at ganga gali. Tað gongur upp fyri frísparkssnillingin, at fótbóltsskógvarnir við gummi-knoppinum ikki er ein haldbar loysn. Øssur veit ikki hvar hansara fótbóltsskógvar við jarn-knoppunum eru – so eru góð ráð dýr.
– Vit skiftu jú í sama skiftirúmi, sum B68 leikararnir. Eg fór tí at leita á hillini hjá Arnbirni Danielsen. Har fann eg so eina fótbóltsskógvar við jarn-knoppum, og tær passaðu sum fótur í hosu, greiðir Øssur skemtiliga frá.
Í fyrra hálvleiki gongur illa hjá Øssuri. Saso Udovic leggur Slovenia á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki og í sjálvum hálvleikinum hongur Øssur við høvdinum.
– Eg biði um at blíva skiftir út, men Allan Simonsen sigur nei, greiður Øssur frá.
Støðan var leingi 1-0 til gestirnar, men tríggjar minuttir fyri tíð økir Milan Ostrec til 2-0.
– Fólk reisast og byrja at fara avstað, minnist Øssur Hansen.
Tríggjar minuttir seinni sendir Jóhannus Joensen ein bólt innfyri. Uni Arge er knappur og prikar bóltin í málið.
Í yvirtíðini ger Slovenia eina útskifting. Tað fyrsta innskifti leikarin ger, er at fella Allan Mørkøre, tá hann hegnisligar vendir sær og skal seta ferð á móti málinum.
Frísparkið er á júst sama stað, sum Øssur hevði vant fríspørk dagin fyri.
– Eg visti beinanvegin, at eg for at skora. Vit høvdu vant akkurát somu støðu einar tíggju ferðir dagin fyri, og eg skoraði næstan hvørja ferð, sigur Øssur.
Frástøðan er ikki so lang til málið og tí verður bólturin nærmast lyftur upp um manngarðin og í nærmasta málhorn. Í næstu sekundunum rennur Øssur ovurfegin allan vegin aftur á egna hálvu áðrenn hann verður fangaður av eins ovurfegnum viðleikarum.
– Eg veit ikki hvat eg føldi ella ætlaði. Eg rann bara til eg bleiv fangaður, sigur Øssur við einum smíli.
Hóast hann hevur havt eitt langt fótbóltslív, so er tað hatta frísparkið, ið stendur eftir í minninum á fólki.
Einstaklingurin í hásæti
Øssur Hansen skal komandi ár venja B68 og hann ætlar at gera broytingar. Í nógv ár vóru tað lokalir leikarar, sum vóru miðpunktið og vóru drívmegin í felagnum. Tað skal tað eisini verða í framtíðini.
– Vit skulu aftur til tað gamla. Liðið skal mannast við leikarum av Toftum fyrst og fremst. Eg kundi eisini hugsa mær at endurskapt tað samanhaldið, sum vit høvdu fyrr, tá leikarar eisini hildu saman uttan fyri vøllin, sigur Øssur Hansen.
Hann leggur tó dent á, at hetta als ikki er eitt álop á teir leikararnar, sum eru komnir útifrá frá til felagið.
– Tað eru í síðsta enda vit, sum hava biðið teir komið til felagið, so hetta skal ikki skiljast sum kritikkur av teimum, men bara ein staðfesting av hvat vit ætla at gera í framtíðini, sigur Øssur.
Hann vísir á NSÍ og KÍ sum góð fordømi um feløg, sum hava valt at brúka egið tilfar til at manna bestu liðini við góðum úrslitum.
Eisini fýlist Øssur á manglandi einstaklingarnar í føroyskum fótbólti. Hann metir, at tað eru nógv færri leikarar, sum eru úrmælingar við bóltinum í dag enn fyrr. Hann heldur, at fótbóltsuppalingin í Føroyum í dag er við til at skerja frælsið hjá tí einstaka leikaranum og tí enda vit bara við liðleikarum.
– Tað er eisini gott at hava liðleikarar, men eitt hvørt lið hevur brúk fyri einstaklingum. Tað er nakað eg ætli mær at arbeiða nógv við, sigur Øssur Hansen.
Øssur hevur ongantíð verið mælskur á vøllinum, men leikluturin sum venjari hevur sett nýggj krøv til fryntliga toftamannin, sum í 41 ár ikki kann minnast at hava verið skaddur í meiri enn tvær samanhangandi vikur. Onkur vildi sikkurt sagt, at hann hevur hug at hoppa undan á vøllinum, men mangan hevur hann verið kroystur í bæði føroysku landsliðs troyggjuni og í B68 troyggjuni, men ongantíð hevur hann runnið undan ábygd.
Hann skal nú fáa Toftir aftur í B68. Felagið skal mennast við støði í tí B68 liðnum, sum Øssur Hansen vaks upp í. Við John Kramer sum fyrimynd. Leikararnir skulu hava loyvi at vera menniskju og einstaklingar skulu eisini sleppa at vera einstaklingar.
Øssur Hansen er hóast alt ein tann størsti úrmælingurin, vit hava átt, og tað mugu tey ásanna í bæði Slovenia og Malta.
[email protected]