Hin 21 ára gamla norska gentan úr Møre og Romsdal, Camilla Mauseth, hevði ætlað sær at slappa av um jólini saman við familju, vinum og kenningum. Men týsdagin í hesi vikuni broyttust hesar ætlanir fullkomiliga. Uttan at hava ánilsi av nøkrum, føddi hon týsdagin ein vælskaptan son.
- Slíkt sært tú bara í filmi í sjónvarpinum. Eg fekk eitt sjokk. Tað byrjaði við, at eg fekk magapínu klokkan 14 hendan týsdagin, og sum tíðin gekk, gjørdist pínan bara verri og verri.
Tá mamma Camillu Mauseth kom úr arbeiði hendan dagin klokkan 17, var pínan so nógv, at mamman fór við henni til lækna. Læknin lurtaði á búkin og staðfesti, at tað var eitt lítið hjarta sum bankaði - og at føðingin var í gongd.
- Eg fór í panikk, byrjaði at skríggja og segði, at hetta vildi eg ikki. Við ferju varð eg send á sjúkrahús, og klokkan 22.17 føddi eg lítla dreingjabarnið, sum vigaði 3430 gramm og var 50 sentimetrar langur.
Camilla Mauseth sigur, at tá hon fekk barnið í sínar armar, broyttist alt, og hon gjørdist ógvuliga glað.
Tá hon hevði føtt sonin og var komin yvir sjokkið, gekk tað upp fyri henni, at hon hvørki átti klæði ella nakað annað til lítla dreingjabarnið.
- Men tíbetur havi eg fingið góðan stuðul og hjálp frá foreldrum mínum og vinum. Mamma hevur verið úti og keypt, og eg havi fingið nógv frá fólki, eg kenni, sigur Camilla Mauseth, sum nú onga løtu ivast í, at hin nýføddi er besta jólagávan, hon nakrantíð hevur fingið.
Tað skrivar norska Dagbladet.