Sancy-málið
Næstsíðstu nátt vóru menn hjá íslendsku sjóverjuni umborð á føroyska djúpvatnstrolaranum, Sancy, sum sambært íslendskum myndugleikum uttan fráboðan var staddur í íslendskum sjógvi.
Tað var íslendska verjuskipið, Óðin, sum var á veg til Bretlands, ið kom fram á føroyska trolaran.
Tá ið Óðin bað skiparan á føroyska trolaranum steðga, aktaði hesin ikki boðini, og meðan Sancy sigldi við 9 míla ferð, setti ein tyrla hjá íslendsku sjóverjuni tveir menn umborð á trolaran.
Skiparin fekk tá boð um at seta kós móti Eskifirði, har skipið kom seint í gjár.
Íslendskar tíðindastovur siga, at tólið umborð á Sancy, sum sigur frá, hvar skipið er, var sløkt, tá ið íslendsku eftirlitsmenninir komu umborð.
Hvørki reiðarin ella skiparin á Sancy vilja gera viðmerkingar til hendingina, fyrr enn málið hevur verið fyri í rættinum.
Blanda seg ikki
Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum, sigur, at teir vita einki meira um Sancy-málið enn tað, sum frættist úr Íslandi.
- Tað, sum vit hava lisið ímillum reglurnar, er, at ikki er vist, at Sancy hevur brotið íslendsku fiskiveiðireglurnar. Hinvegin skilst, at skiparin ikki aktaði boðini hjá íslendsku sjóverjuni, sum hann hevur skyldu til í íslendskum sjógvi.
Elmar sigur, at Fiskiveiðieftirlitið í Føroyum blandar seg ikki í uppgávurnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum í Íslandi og øvut.
- Taka vit íslendsk ella onnur skip í føroyskum sjógvi, er skipið í hondunum á føroyskum myndugleikum, og soleiðis er eisini, tá ið íslendskir myndugleikar taka føroysk skip í íslendskum sjógvi.
Hann sigur, at føroyskir fiskiveiðimyndugleikar halda seg "kúrrar", til útspæl kemur úr Íslandi í málinum.
Elmar sigur, at Sancy liggur nú á Eskifjørðinum, har íslendska løgreglan kannar málið.
- Skipið var inni seint í gjár, og í dag er løgreglan farin at kanna viðurskiftini.
Hann væntar, at dagurin í dag fer til hesar kanningar og síðan fæst at síggja, hvørji stig íslendsku myndugleikarnir taka.
Skylda at boða frá
Elmar Højgaard sigur, at tá ið føroyskt skip fer í íslendskan sjógv, hevur skipið skyldu at boða frá hesum frammanundan.
- Satelitt-skipanin, sum sigur, hvar skipið er, skal vera í lagi, men tað er ikki altíð, at skiparin veit, um skipanin gerst óvirkin.
Elmar vísir á, at Fiskiveiðieftirlitið sær, um satelitt-skipanin umborð á føroyskum skipum er virkin, og tað hendir seg meira enn so, at eftirlitið noyðist at seta seg í samband við skip og boða frá, um skipanin av eini ella aðrari orsøk ikki virkar, sum hon skal.
Vit spurdu eisini Elmar, hvussu "strangt" tað er við satelitt-skipanini og um skip yvirhøvur kann vera til fiskiskap, um skipanin gerst í ólagi.
- Tað er ikki soleiðis, at veiðiloyvi av sær sjálvum fellir burtur, um skipanin gerst óvirkin á túrinum, og tað kemur eisini fyri, at vit hava givið skipum loyvi at gera túr lidnan, um skipanin er vorðin í ólagi á túrinum, sigur leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum.
Elmar Højgaard sigur, at skipanin virkar á tann hátt, at føroysk skip, sum hava satelitt-skipan, senda signal til Fiskiveiðieftirlitið, og tá ið hesi royna í fremmandum sjógvi, fer signalið um føroysku skipanina víðari til myndugleikarnar í tí landi, har skipið fiskar.