Vit brúka meiri olju enn nakrantíð

Tølini vísa, at tað gongur ongan veg at gera Føroyar grønari og oljan er enn tað stóra álitið

Føroyar brúka meiri olju enn nakrantíð. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni yvir elframleiðsluna í Føroyum.

 

Tað merkir, at tað gongur ongan veg at leggja um til grøna orku. Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at hesi seinastu 30 árini síðani 1990. Er elframleiðslan í Føroyum næstan tvífaldað og í fjør vórðu 406.803 MW av streymi gjørd í Føroyum.             

 

Tølini vísa eisini, at enn sum áður er oljan tað stóra álitið. Í fjør vórðu 61,3 prosent av streyminum gjørd úr olju og í 1990 vórðu 64,3 prosent av streyminum gjørd úr olju. Í fjør vórðu 26,6 prosent av streyminum gjørd úr vatni og fyri 30 árum síðani, í 1990, vórðu 35,7 prosent av streyminum gjørd úr vatni.

 

##med2##

 

Fyrsta árið, vit fingu vindorku, var í 2003, og tá vóru 1,2 prosent av streyminum úr vindorku, men í fjør vórðu 11,6 prosent av streyminum gjørd úr vindi. Í fjør varð eisini ein evarska lítil partur, eilla eitt hálvt prosent, gjørt úr øðrum orkukeldum, eitt nú er eitt lítið sólorkuverk í Sumba.

 

Hendan talvan vísir, hvørjum orkukeldum, vit fáa okkara elorku úr